Oddagrein· Áhugaverd ráðstevna

Ráðstevnan um vikuskiftið, sum Norðurlandahúsið, Tórshavnar býrað og Listasavnið skipaðu fyri var eitt sera áhugavert tiltak. Vit hava her í blaðnum dekkað hesa stevnu og sum okkara lesarar hava kunnað lisið, hevur ráðstevnan viðgjørt sera viðkomandi og týdningarmiklar mentanarspurningar. Á ráðstevnuni vóru nøkur høvuðsevni t.d. myndlist, mentanarferðavinna og mentan og vinnulív.

Tað má sigast at vera sera viðkomandi at seta myndlistina á breddan fyri eini mentanarráðstevnu. Føroysk myndlist er á altjóða støði. Tað eru tí góðar grundir til at taka hesa listagrein til viðgerar á eini mentanarráðstevnu. Føroysk myndlist hevur uppiborið dyggan stuðul frá tí almenna, tí henda listagrein ger okkum kend um allan heim. Somuleiðis er hendan grein í sterkari menning, ein menning, har serstakliga kvinnurnar eru við at gera seg galdandi. Á ráðstevnuni kom tað fram, at myndlistafólk helst ynskja at myndugleikarnir stuðla við at keypa føroyska myndlist. Eisini varð mælt til, at tað almenna eigur at prýða almennar nýbygningar við føroyskari myndlist. Vit halda, at hetta eru góð hugskot, og vit vilja mæla myndugleikunum til at fylgja hesum áheitanum. Vit hava áður her umrøtt ítróttafólk sum góð føroysk umboð úti í heimi. Hetta er eisini galdandi fyri myndlistafólkini.

Á ráðstevnuni var dúgliga tjakast um mentan og búskap. Kann mentanin fremja t.d. føroyskan útflutning? Kunnu mentan og vinna samstarva? Hvørjir vandar liggja í øllum hesum? Stevnan gav einki eintýtt var, men hon avdúkaði, at hugskotini eru mong og at møguleikar eru í at samantvinna mentan og vinnu. Men her eru eisini stórir vandar fyri føroyska mentan at hon gerst alt ov kommersiel. Víst var til Skotlands, har ferðavinnuídnaðurin hevur at kalla misbrúkt gomlu skotsku mentanina. Vit eiga at ansa væl eftir, so tað sama ikki hendir hjá okkum. Fara vit væl um, so er einki at ivast í, at føroysk mentan kann fremja ferðavinnuna. Í hesum sambandi var áhugavert, at lurta eftir umboðnum frá Ferðaráðnum og ungum fólkum, ið hava stovnað egna ferðavinnufyritøku, ið serstakliga leggja dent á at marknaðarføra føroyska mentan og list. Her er í báðum førum talan um ung tilvitandi og vælútbúgvin fólk, ið ivaleyst duga at finna ta javnvág, ið skal tryggja, at føroysk mentan ikki tekur skaða av ferðavinnuni.