ODDAGREIN: Hví so stóran skund at selja Eik

Freistin var stutt, tá Fíggjareftirlitið hótti við at leggja Eik Banka undir Fin­­­ansiel Stabilitet fyri 1. oktober. Stutta skotbráið hevði kanska s­ín­a or­søk, men tað tyk­ist kanska í so nógv avgjørt, tá umboð fyri Fin­an­s­i­el Stabilitet – ella bankan sjálvan, nú vilja hava lands­stýrið at taka støðu bein­an­vegin, um landið skal vera við at keypa bankan ella ikki.

Í fyrstu syftu tykist hetta ikki skil­a­gott. Bankin er bjargaður – krepp­u­loysnin er funnin. At leggja bank­an undir Fin­ansiel Stabilitet er ein kreppuloysn – ella rættari, tað er kreppu­loysnin, sum føroysku pen­ing­a­stovn­ar­nir hava goldið fyri. Tað er eis­ini ein skip­an, sum er grund­fest í tveim­um pol­it­isk­um skip­a­n­um – samtykt bæði á Føroya Løg­tingi og á Fólkatingi.

Hví hevur hetta so stóran skund, kunnu vit spyrja. Landsstýrið hev­ur ring­­ar royndir við bank­a­loysn­um. Sein­asta bank­a­loysn­in ­setti við­ur­skift­ini mill­um Før­oyar og Dan­mark í stóran váða og mundi end­að við skilnaði millum Føroyar og Dan­mark. Fíggj­ar­mál­a­ráð­harri ein stóran part av hes­um tíð­ar­skeiði var Jó­annes Eidesgaard, so eing­in burdi vitað so væl sum hann, hvør vandin er við eini ov bráari bank­a­loysn.

Tað frættist, at myndugleikarnir ar­beiða við at brúka pengar úr Hús­a­láns­grunn­i­n­um og møguliga úr Re­al­i­num til bank­a­keypið - ein góð mill­i­ard sigst vera í hesum grunnum, og saman við teimum 400 mill­i­ónunum, sum TF Holding er sinn­að at koma við, so er hendan góða milliardin til taks, sum nevnd hev­ur verið sum søluprísur fyri før­oyska partin av Eik Banka.
Tosað verður nógv um at varð­veita bankan á føroyskum hond­um.

Men hví er tað nú so týdn­ing­ar­mik­ið? Í 87 ár átti Den Danske Bank meg­in­partin av Føroya Banka, og tað var so ikki orsøkin til, at bankin fór á hús­agang.

Jó­annes Eidesgaard óttast mest, um vit fáa eitt bankamonopol. Skal tað al­menna keypa Eik - sannlíkt gjøgn­um Fígg­ing­ar­grunnin - so hev­ur tað al­menna í roynd og veru mon­o­pol. Og verður TF Holding ein týð­andi partur, so hava vit tveir stórar bankar í Føroyum, sum tvinna saman banka- og trygg­ing­ar­v­irk­semi. Tað er valla ein støða, sum Kapp­ing­arráðið kann liva við.

Men hví kann bankin ikki seljast í smá­um? Hví kann TF Holding ikki keypa ein part nú? Kann bankin ikki børs­not­erast og so seljast aftur í smá­um? Landsstýrið hevur í øllum før­um skyldu at greiða Føroya fólki frá hesum viðurskiftum.
Vit kunnu bara vóna, at bankin fær eitt gott og trygt grundarlag at virka á – um pengarnir, sum skulu tryggja hetta koma uttanífrá ger væl ikki støðuna verri...