Oddagrein· Ikki bókaskatt!

Tað er komið undan kavi, at Fíggjarmálaráðið arbeiðir við eini ætlan um rættiliga stórar broytingar í MVG-lóggávuni. Ein av hesum broytingum snýr seg um at leggja MVG á bøkur. Føroyar hava í mong ár verið undangonguland við tað, at vit ikki hava havt MVG á bókum. Hetta er bert galdandi fyri nøkur heilt fá lond í Europa. Tað er alkunnugt, at í londum, har einki MVG er á bókum, er hetta til mikið gagn fyri bókmentir og bókaútgávu í viðkomandi londum.

Tá MVG á sinni varð innført í føroysku avgjaldslóggávuna, ætlaðu lógarsmiðirnir eisini, at MVG skuldi leggjast á bøkur. Tá tók seg upp eitt alment orðaskifti. Rithøvundar og forleggjarar vendu sær til politisku leiðslu landsins við tí úrsliti, at MVG varð ikki lagt á bøkur. Vit halda okkum skilja á tí orðaskifti, ið higartil hevur verið, at henda skipan við ikki at skatta lesing hevur verið føroyskum bókmentum til mikið gagn. Tað eru tí allar góðar grundir til ikki at broyta hesa skipan.

Í hesum døgum sita samgongufólk og leggja síðstu hond á fíggjarlógaruppskotið fyri 2005. Alt bendir á stórar niðurskurðir á øllum økjum. Er hetta so, verður eisini mentanarøkið hart rakt. Hetta økið er frammanundan alt ov lágt raðfest. Skal økið hartil skerjast, so verður hetta føroyskum bókmentum og føroyskari mentan sum heild til ógagns. Tað kundi tí verið ein bati at latið skipanina við MVG frítøku fyri bøkur hildið fram óbroytta. Vit vita væl, at búskaparfrøðingar helst vilja hava eina MVG lóggávu uttan undantøk. Ein lóggáva uttan undantøk er altíð lættari at umsita enn ein lóggáva við undantøkum. Hetta er fyri so vítt vælskiljandi og soleiðis skulu embætismenn væl eisini hugsa.

Hinvegin hava vit politikkarar til at taka politiskar avgerðir. Politikarar hava tað privilegium, at teir kunnu taka onnur fyrilit enn búskaparlig fyrilit. Politikkarar kunnu og skulu síggja tingini í einum størri perspektivi enn embætismenn. Politikkarar kunnu sýna menniskjanslig og mentanarlig fyrilit. Tað eru ivaleyst mong, sum í hesum døgum vóna, at samgongupolitikkarar fara at taka bøkurnar burturúr eini komandi MVG lóggávu. Vit loyva okkum at mæla politikkarunum til at ganga hesum fólkum á møti. Við at gera soleiðis kundu teir sent eitt jaligt signal til mentanarlívið. Tað er harðliga tiltrongt.
Sosialurin