Oddagrein· Javnset onnur lond við Danmark!

Føroysk lóggáva er í nógvum førum skrivað sum um, at umheimurin er Danmark, og lítið meira enn tað. At okkara umsiting kopierar danska lóggávu meira enn gott er, hava vit mangan nevnt fyrr á hesum stað. Ikki tí at donsk lóggáva ikki er góð í Danmark, men Føroyar er eitt so nógv minni land við einum vinnubygnaði og einum fólkamobiliteti, sum krevur eina heilt øðrvísi tilgongd, enn vit hava sæð í lógarsmíði higartil.

Vit kunnu taka sum dømi, mátan, man tollar flytigóðs hjá fólki, sum hava búð uttanlands. Nú skuldi man trúð, at eitt land við einum so stórum ynski um, at fólk venda heimaftur eftir loknan lesnað ella arbeiðsroyndir, hevði eina sera lagaliga lóggávu, tá tað kom til, hvat hesi fólk, ið venda heimaftur til føðilandið full í lærdómi, hugskotum og royndum, kunnu hava við sær sum flytigóðs. Ein skuldi trúð at lóggávan í einum landi, sum ynskir at fáa fólk heimaftur eftir eitt tíðarskeið úti í stóru verð, stóð við armunum opnum og ynskti vælafturkomin gjøgnum lagaliga lóggávu. Er tað so í Føroyum? Nei!

Skógvarnir gerast smærri og smærri, og lóggávan tykist gerast meir og meir danofil fyri hvørt ár sum gongur. Galdandi kunngerð fyri, hvat man má hava við heimaftur sum flytigóðs, er ein boðskapur frá Fíggjarmálaráðnum, at viðkomandi, sum ætlar sær heim til Føroya úr einum øðrum landi enn Danmark, er minni vælkomin, enn ein, sum hevur búð í Danmark. Tann, sum hevur búð í Danmark, sleppur at fáa bilin við, um hann bert hevur búð í Danmark í eitt ár og hevur átt bilin í eitt hálvt ár. Tann, sum hevur búð í einum øðrum landi, skal hava búð har í minst trý ár og skal hava átt bilin í tvey. Hví er hesin munur? Við hesari lóggávu siga almennu Føroyar, at man er meiri vælkomin úr Danmark enn úr restini av heiminum. Hetta er í beinleiðis andsøgn við politikkin, har man roynir at fáa føroyingar í onnur lond at lesa og nema sær royndir.

Hvat er grundgevingin? Er tað tí at bilar eru bíligari stórt sæð alla aðra staðni enn í Danmark? Hvat mun ger tað Fíggjarmálaráðnum, tá hetta ráð ikki fær pengarnar allíkavæl? Er tað so banalt, at tað er eitt slag av øvund? Hevur man politiskt bestemmað, at tað skal verða meiri tvørligt at flyta til Føroya úr einum øðrum landi enn Danmark? Um ikki, hvør hevur so bestemmað, at munur skal gerast á teimum, ið hava búð í Danmark og so øllum hinum? Er nakað politiskt argument fyri at gera henda mun?

Tað er ótrúligt, at vit hava politikarar, ið vilja, ella í hvussu so er látast vilja, at Føroyar skulu latast meiri upp yvirfyri heimssamfelagnum, og so koma við einari kunngerð, sum favoriserar Danmark sum uppihaldsland, tá um útbúgving og arbeiðsroyndir ræður. Okkara áheitan á landstýrismannin í Fíggjarmálum skal verða at javnseta øll verðsins lond við Danmark beinanvegin, tá tað kemur til hvat kann innflytast sum flytigóðs.

Sosialurin