Her gongur sjón fyri søgn, tí sama dag, sum henda viðmerking var á hesum stað um Føroar sum ríkasta land í Norðurlondum, ger Giktafelagið vart við, at støðan hjá teimum giktsjúku er út av lagi vánalig. Hartil er støðan versnað tey seinastu árini. Her er talan um vantandi servitan, eingin serlækni er til taks, eingin venjing. Trupulleikarnir standa við og versna. Eisini er talið á songarplássum á sjúkrahúsinum til giktsjúk lækkað munandi. Bíðirøðirnar vaksa og fólk kenna seg máttleys og ótrygg.
Sum um hetta ikki var nóg mikið, so hevur landsstýrið á fíggjarlógini fyri 2004 lækkað játtanina til Meginfelag Teirra Brekaðu við 500.000 krónum. Giktafelagið ger vart við, at hetta er at vanvirða arbeiðið hjá teimum mongu feløgum, ið royna at bøta um korini hjá brekaðum í Føroyum. Vit kundu lagt afturat, at hetta hendir júst í Ári Teirra Brekaðu. Løgin máti at hátíðarhalda hesa hending.
At tað verður sligið fast í einum viðurkendum altjóða bókaverki, Nordisk Statistisk Årbok, at Føroyar eru ríkasta land í Norðurlondum og harvið eitt av heimsins ríkastu londum, samstundis sum tað tykist, sum ójavnin millum manna bara veksur, átti at givið okkum øllum nakað at hugsa um. Hvussu verður hetta ríkidømi býtt "ímillum tey, sum liva her í Føroyum"? Vit skulu viðganga, at tað nokk ikki gevst nakað heilt einfalt svar. Tó so, ein týðandi partur av svarinum liggur í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2004. Skulu vit taka hetta skjal fyri fult, tykist ætlanin vera, at ójavnin í einum av heimsins ríkastu londum skal gerast enn størri.
Sosialurin