ODDAGREIN: Karsten hóttir tubbakkið

Stendur tað til Karsten Hansen, so verð­ur tað nógv truplari at fáa fat­ur á tubbakki í framtíðini. Og tey, sum gera sær dælt av bíligum tubb­akki, tí tey ferð­ast so nógv – og ofta upp á lands­ins besta, skulu missa hend­an møg­u­leikan.

Hesum boðaði Karsten Hansen, lands­stýrismaður í heils­u­málum frá her í blað­num mánadagin.

Og vit kunnu ikki annað enn geva lands­stýr­is­mann­i­num rætt í mót­søgn­ini, sum er í at geva summ­um úr­valdum møguleikan at keypa toll­frítt tubb­akk, samstundis sum onn­ur noyð­ast at rinda fullan prís. Og ja, tað er at gera mun á fólki, og tað er skeivt.

Tað er eisini politiskt ókorrekt yv­ir­høvur at hava slíkar avoldaðar skip­­anir við tollfríari sølu av tubb­akki og rúsdrekka – sum ES londini langt síðani hava útruddað.
Visjónin hjá Fólkaheilsuráðnum er, at Føroya skulu vera roykfríar um nøk­ur ár. Hetta er ein bærilig ætlan, sum krev­ur nógv av teimum, sum hava á­byrgd­ina fyri uppvaksandi ætt­ar­lið­num. Tí tað er har, skaðin skal bøt­ast.

Fólkaheilsuráðið hevur fyrr sagt, at tey sum eru fødd aftan á 2000 skulu ong­antíð byrja at roykja.

Tað er so eitt mál, sum foreldur hjá hes­um børnum kunnu tryggja, at tað fer at eydnast. Tí megna for­eld­ur ikki at leggja tað niður í síni børn, so er støðan vónleys. Men velja for­eld­ur at hesum børnum at síggja mill­um fingr­ar­nar, um tey byrja at roykja, so fer at at minna ikki sørt um van­røkt av børnum.

Men nógv gongur rætta vegin við­víkjandi royking. Roykurin er fing­in út úr almennum hølum, og á ar­beiðs­pláss­um ber til at fáa sær tubb­aks­fríar mat­ar­steðg­ir. Á mat­stov­um nýt­ist tær ikki long­ur at bíða eftir plássi, til tey eru lið­ug at roykja, og í dansi- og sam­kom­u­høl­um er royk­frítt.

Gongdin er tann rætta – og tað man fara at síggjast aftur í heilsu­hag­tølu­num.

So Karsten Hansen, drív tú end­i­liga á við at fremja roykitálmandi til­mæl­ini frá Fólka­heils­u­ráðnum um eitt nú at herða ásetingarnar fyri sølu av tubbakki til ung undir 18 ár, um at hækka prís­in á tubbakki, um at skerpa reglar um at roykja, tá tú ert sam­an við børnum og so framvvegis.

Visjónin um einar roykifríar Før­oy­ar kann væl eydnast – og eingin sakn­ur verður í tubbakkinum...