Í seinasta lagi týsdagin klokkan 18 skulu allir listarnir til kommunuvalið í øllum teimum 30 kommununum verða valnevndarformanninum ella kommununi í hendi, og tí hevur tað skund hjá fleiri at fáa listarnar gjørdar.
Í flestu kommunum eru bert óheftir listar. Men í fimm kommunum, í Havn, í Klaksvík, í Eysturkommunu, á Tvøroyri og í Vági er partapolitisk uppstilling. Javnaðarflokkurin hevur borgarstjóran í trimum teirra, Havn, Tvøroyri og Vági. Fólkaflokkurin hevur borgarstjóran í Klaksvík, meðan Tjóðveldi hevur borgarstjóran í Eysturkommunu.
Ymsar hugsanir er um, hvørt tað er rætt at stilla upp flokspolitisk til kommunuval. Í størru kommunum er tað ein gomul siðvenja, meðan tað tykist at ridla eitt nú á Tvøroyri, har Javnaðarflokkurin hevur eina dominerandi støðu, sum ger tað trupult hjá andstøðuni at vinna leiðsluna. Tað er bara hent, tá stríð og klandur hevur merkt Javnaðarflokkin, sum koyrdi í tveimum.
Í Vági hevur Javnaðarflokkurin havt borgarstjóran seinastu tvey valskeiðini. Men Kirstin Strøm Bech hevur boðað frá, at hon stillar ikki uppaftur. Tjóðveldi var størsti flokkur í Vági í nógv ár og hevði borgarstjóran, so har verður uttan iva spenningur um, hvør teirra dregur longsta stráið.
Í Klaksvík fær Fólkaflokkurin uttan iva enn sum áður felstu umboðini vald. Flokkurin er traditionelt sterkur í Klaksvík og hevur í løtuni leiðsluna við fimm býráðslimum, sum saman við einum sjálvstýrisumboð stjórnar býnum. Tað er hent áður, at Fólkaflokkurin er setttur uttan fyri ávirkan, men við verandi manning skulu allir hinir flokkarnir kasta saman fyri at megna tað. Fólkaflokkurin í Klaksvík hevur tí eitt gott útgangsstøði fyri aftur at stjórna býnum næsta valskeið.
Í samanløgdu Eysturkommunu hevur bara einaferð verið val. Har er sera javnt millum teir fýra stóru flokkarnar, sum stillaðu upp. Tjóðveldi var eitt vet og ein lim framman fyri hinar, sum fingu tvey umboð í part. Har kann alt henda, fleiri møguleikar eru hjá tveimum flokkum at kasta saman.
Í Havn gjørdist Javnaðarflokkurin so sterkur sum ongantíð áður á valinum seinast við oman fyri 32 prosentum. Borgarstjórin dró sjálvur persónliga trý av teimum fimm umboðunum í býráðið, og einki bendir á, at støðan har er broytt munandi. Men í Havn er eingin trygd hjá einum sitandi borgarstjóra, at hann verður sitandi. Sum útgangspunkt skal hann vænta sær at verða feldur. Spurningurin er bara, hvør telvar best og skjótast, so skjótt tey eru liðug at telja í Høllini á Hálsi.
Kommunuvalið er bæði viðkomandi og spennandi, har øll eiga at gera sína ávirkan galdandi.