Hetta vistu tó øll frammanundan. Eisini løgmaður visti hetta, hóast hann lætst ikki gera tað – hann vildi bara ikki viðganga, at lyftið hansara var fullkomiliga úti av øllum proportiónum, og tá hann so gevur Sjúrði Skaale skuldina, samstundis sum hann leggur dent á, at hann ikki peikar eftir øðrum, so tað eitt týðuligt tekin um, at løgmaður hevur málað seg upp í ein krók.
Men at løgmanni tørvar hjálp er nú eyðsýnt, og vit vilja fegin hjálpa honum við at finna nýggjar inntøkur og sparingar. Vit fara næstu dagarnar at lata lesarar okkara koma við góðum hugskotum um, hvussu fleiri pengar kunnu útvegast – ella sparast, so hallið á fíggjarlógini minkar.
Vit hava longu sjósett eitt sparitiltak, sum tað tykiskt, at politiska skipanin – um ikki annað fyri skomm skyld, fer at taka til eftirtektar: Tað er lógin um skattafríu koyripengarnar til landsstýrisfólk og løgtingsfólk. Útreiðslurnar av hesum bara til landsstýrisfólkini eru yvir fýra milliónir krónur hetta valskeiðið – pengar, sum landsstýrisfólkini sleppa undan at gjalda skatt av.
Sama skipan er eisini galdandi fyri øll tingfólk uttan fyri Havnina. Tey fáa tó bara helvtina av tí, sum landsstýrisfólkini fáa – men tað er framvegis langt oman fyri veruligu útreiðslurnar, tey hava. Hetta er so órímuligt, at løgtingið kann ikki gera annað enn at broyta hetta – men tað kom bara í ljósmála, tí at Sosialurin og Rás2 tóku málið upp fyrr í vikuni.
Vit vilja geva løgmanni og hansara fólki enn fleiri slík hugskot, og tí fara vit at prenta hesi hugskot – sum lesarar senda okkum – næstu dagarnar.
Og tá vit kalla hetta kreppuhjálp, so er tað tí, at vit vilja hava uppskot, sum Kej Leo Johannesen og hansara fólk veruliga kunnu fremja. Tað skal tí ikki verða uppskot um at bakka aftur við flatskattinum ella við aftur at skatta pensjónir við útgjaldi heldur enn inngjaldi. Tí hetta er politikkurin, sum Jørgen, Kaj Leo, Jenis og øll hini standa fyri.
Vit skulu tí geva teimum nøkur góð og konstruktiv uppskot til sparingar og eyka inntøkur, soleiðis at hallið á fíggjarlógini, sum skal samtykkjast seinni í mánaðinum, veruliga kann minka.