ODDAGREIN: Løgtingsval í heyst

Í ólavsøkurøðuni kunngjørdi løg­mað­ur, at hann ikki long­ur held­ur fast við valdagin 19. januar. Hann segði, at um tíð­in í heyst fer at verða brúkt til part­a­pol­i­tikk og per­són­lig­an løt­u­vinn­ing, so tek­ur hann av­leið­ing­i­na og skriv­ar út val.

Annars var løgmansrøðan ikki so nógv øðr­vísi enn løg­mans­røð­ur flest. Men nøk­ur mál eru, sum fara at elva til eitt heyst, sum verð­ur merkt av pol­it­isk­um stríði. Með­an stjórn­ar­skip­an­ar­upp­skot­ið tyk­ist vera lagt til viks, so er løg­mað­ur greið­ur í mál­i­num um fiski­dag­ar­nar. Hann sig­ur, at ár­ligi bar­dag­in um fisk­i­dag­ar­nar skal halda upp­at, at fisk­a­stovn­ar­nir skulu gagn­nýt­ast á ein burð­ar­dygg­an hátt. Hann legg­ur dent á síni sjón­ar­mið við at siga, at vit ikki kunna liva við eini fiski­dag­a­skipan, har pol­it­isk tog­tog­an er av­ger­andi fyri tal­ið á fiski­døg­um held­ur enn vís­ind­a­lig tilmæli.

Hann sigur semju vera gjørda við Tjóð­veldi og Fram­sókn um at um­skip­a fisk­i­vinn­una, har enda­mál­ið er at gera eina nýggja skip­an, sum skal koma í stað­in fyri ver­andi skip­an við loyv­is­rætt­ind­um, ið ganga út í 2018.

Annað mál er kommunu­re­form­ur­in – mál­ið um nýggja komm­unu­bygn­að. Hetta mál­ið hev­ur ver­ið skund­að í­gjøgn­um við stutt­um hoyr­ings­freist­um í summ­ar, og er nú lagt fram á ting. Men mál­ið hev­ur fing­ið sera drúgva við­gerð, um vit hugsa um til­gongd­ina, sum byrjaði tíð­liga í ní­ti­ár­u­num. Tað tykir, sum løg­mað­ur nú vil skera í­gjøgn­um, so nýggj­ur komm­un­u­bygn­að­ur verð­ur klár­ur til komm­un­u­val­ið næsta ár. Hetta er eis­ini ein re­form­ur, sum fær stór­an týdn­ing, og sum full semja valla er um.

Av øðrum málum nevnir hann eitt nú, at tey trý sjúkra­hús­ini skulu leggj­ast und­ir eina leiðslu. Hetta plag­ar ikki at fara frið­ar­liga aft­ur við borðinum -– tí bæði á Tvør­oyri og ser­liga í Klaks­vík plaga tey at leggja ring um sjúkra­hús­ið, sum be­stemt ikki skal stýrast úr Havn.

So er tað pe­nsjóns­re­form­ur­in, sum eis­ini verð­ur lagd­ur fram. Her tykt­ist ikki valda semja – men í løg­list­a­num verð­ur so víst til hesa semju, so løg­mað­ur hev­ur helst mót uppá eis­ini at fáa hend­an re­form­in í­gjøgn­um.

Um tað ber til at fáa allar hesar re­form­ar í­gjøgn­um, tað fer bara tíð­in at vísa.

Men løgmaður hevur fingið sær eitt gott ali­bi við at hótta við at skriva út val. Hetta kann vera tí, at hann legg­ur trýst á, men tað kann eis­ini ver­a tí, at hann ikki trýr upp á, at tað ber til at fáa hes­ar re­form­ar í­gjøgn­um. So vit fáa utt­an iva eitt lív­ligt heyst.

Og skulu vit gita, so skrivar hann út val í sep­temb­er ella ok­to­ber. So verð­ur nýggj sam­gonga skip­að, sum kann gera eina nýggja fíggj­ar­lóg fyri næsta ár. Og tann sam­gong­an tyk­ist longu vera í pott­i­num – ver­andi sam­gonga sam­an við Tjóð­veld­i­num og Framsókn.