Oddagrein·Líti

Eitt ber til at staðfesta eftir valframløguna mikudagin:
Sambandaflokkurin hevur ikki tær stóru hugsjónirnar - visjónirnar - nú
undan valinum.


Hann setir sær ikki ítøkilig mál at fremja. Uttan at
byggja út landssjúkrahúsið, hvat tó er eitt gott mál. Hugsjónir! Tær eru kanska ikki neyðugur, halda oddafólkini í Sambandsflokkinum. Føroyingar vita jú, hvat Sambandið stendur fyri.

Tað var annars við spenningi, at bíðað varð eftir valskránni hjá
Sambandsflokkinum. Flokkurin hevur sitið í andstøðu í fýra ár, og summir
av framherjunum í flokkinum, hava verið rættiliga markantir.
Fyrispurningarnir hava verið nógvir, og uppskotini hava verið rættiliga
mong. Men løgið nokk, hetta sæst ikki so væl aftur í valskránni.

Floksformaðurin sigur í einum viðtali, at flokkurin vil ikki lova ov
nógv. Hann vil kanna fíggjarligu støðuna, og síðani síggja, hvat er
møguligt og ikki. Gamaní. Men veljararnir vilja gjarna hava at vita,
hvat flokkarnir vilja og hvørji boð, flokkarnir hava upp á at loysa
mongu av trupulleikunum í samfelagnum. Men her vóru eingi boð.

Somuleiðis vilja veljararnir eisini hava at vita, hvussu ætlaninar
skulu fíggjast. Nakað kann kanska fíggjast innan fyri karmin í
fíggjarlógini. Men tað veldst alt um, hvussu árið í ár fer at vignast.
Verður aftur í ár stórt avlop á fíggjarlógini, so er møguleiki at
útbyggja á fleiri økjum uttan at hækka skatta- ella avgjaldstrýstið.

Javnaðarflokkrin hevur t.d. mælt til ikki at økja skattin, men hevur
hinvegin mælt til, at okkurt arbeiðsmarknaðargjald verður hækkað at
fíggja øktar pensjónir við. Hvat heldur Sambandsflokkurin t.d. um tað,
nú flokkurin bara hevur boð um samstarv við Javnaðarflokkin.

Hesir flokkarnir hava tað til felags, at teir vilja vera veranadi innan
karmin í ríkisfelagsskapinum, hóast Javnaðarflokkurin er sinnaður fyri
øktum sjálvstýri og einum sjálvberandi búskapi sum frálíður. Sjálvt um
Sambandsflokkurin hevur tosað um eitt nýskipanaruppskot, so er tað
líkasum kódnað í berum "sambandi". Tað er líkasum at Sambandsflokkurin bæði vil leggja avstand til Javnaðarflokkin og samtíðis nærkast honum. Øðrumegin vil man vera einasti mótpolurin til Tjóðveldið, og tá vil man vera tað gamla sambandið, meðan man hinumegin - fyri ikki at kvetta brýr og fyri at kunna sleppa í samgongu við Javnaðarflokkin roynir at leggja seg nærri at hansara ríkisfelagspolitikki.

Vil Sambandsflokkurin bara status quo, er spurningurin, um grundarlag er
fyri samstarvi millum teir báðar flokkarnar eftir løgtingvalið um 25
dagar, tí Javnaðarflokkurin, sum slóðaði fyri øllum politiskum
orðaskifti um økt sjálvstýri nú eftir kreppuna, má eisini slóða fyri eini
víðgongdari skipan, sum tað hóast alt skuldi verið meiriluti fyri í
føroyska fólkinum.

Sambandsflokkurin hevur fingið góða undirtøku í seinastu
veljarakanningunum. Líkt er til, at fólk heldur velja samband enn
greiðar og ítøkiligar ætlanir fyri at útbyggja vælferðarsamfelagið
Føroyar. Ella, sum onkur segði, Sambandsflokkurin hevur ikki nógv "upp á
hjarta". Fyri Javnaðarflokkin er avgerandi at fáa fólk at skilja, at hvørki samband ella fullveldi er nøkur gongd leið. Tørvur er á eini stigmenning - eini hóvligari men miðvísari leið fram móti størri sjálvbjargni og sjálvsræði.

Sosialurin