Tað var ikki gamalt, at ein landsstýrissamgonga, sum missir meirilutan, slapp at sita. Men tað er júst tað, sum nú er hent. Tjóðveldi hevur í makrelmálinum kastað saman við restunum av samgonguni, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum, og úrslitið er ein semja um makrelin, sum røkkur longri enn til næsta val.
Men Høgni Hoydal hevur púra greitt sagt, at Tjóðveldi ikki er stuðulsflokkurin hjá landsstýrinum, og at hann heldur ikki eitt nú hevur góðkent – ella ikki góðkent, at Johan Dahl skuldi gerast landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Tað er væl skiljandi, at tjóðveldisformaðurin sigur so. Flokkurin hevur jú bara gjørt eina semju um eitt mál, har hann er samdur við teir flokkar, sum eftir eru í samgonguni. Flokkurin hevur eisini gjørt upp við seg sjálvan, at meira er at vinna við at bíða eitt sindur við løgtingsvalinum.
Tosað hevur verður um »lagaligu løtuna«. Júst nú kunnu partar av politisku skipanini gera sær dælt av tí, eins og vit síggja við makrelsemjuni. Men tað eru eisini onnur mál, sum tykjast fáa meiriluta í tingum - eitt dømi er málið hjá Bjørt Samuelsen, Magna Laksáfoss og Kára á Rógvi um at bryggja brennivín og sterkt øl í Føroyum. Hetta er eitt mál, sum helst hevði komið undir »etisku málini« – sum slík mál verða kallað, har samgongan fær trupulleikar við einstøkum politikarum, sum vilja seta samgonguna í veð.
Men nú er eingin samgonga at seta í veð, og tí tykist tað at bera til at fáa hetta málið samtykt.
Freistin at leggja mál fyri tingið hesa tingsetuna er farin. Men verður samgonguni lív lagað í vetur, so verður spennandi at síggja, hvussu tingarbeiðið fer at hátta sær. Tað kann hugsast, at fleiri kontroversiell mál verða reist á tingi, nú arbeiðslagið eftir øllum at døma er broytt.
Nýggja veljarakanningin hjá Dimmalætting vísir, at flokkarnir sum stuðla samgonguni – ella sum ikki vilja fella samgonguna – hava gagn av at bíða eitt sindur við valinum. Tjóðveldi hevur somu styrki, sum flokkurin hevur havt síðani 1998, tó at flokkurin kann tilskriva sær eina pena framgongd, og Framsókn fær so mikið stóra undirtøku, at flokkurin kemur á ting við somu styrki, sum Sjálvstýrisflokkurin, sum missir nógv. Stóri taparin er Fólkaflokkurin, meðan Javnaðarflokkurin, sum hevur mist mest í øllum kanningum, sær út til at vaksa aftur, og tí er tað kærkomið hjá Aksel V. Johannesen, at bíðað verður við valinum.