Løgmaður sigur við Sosialin í dag, at hann tekur frástøðu frá hesum ekstremu úttalilsunum. Sjálvandi eigur hann tað, men orðini eru so ekstrem, at løgmaður sum samgonguleiðari alt fyri eitt átti at tikið fund við formenninar í ikki bert samgonguflokkunum men í øllum flokkum á tingi. So prinsipielt er hetta málið fyri alla ta politisku skipanina í landinum. Slíkar orðingar eru beinleiðis landsskaðiligar. So langt úti eru hesi úttalilsi, at Óli Breckmann átti at verið koyrdur úr samgonguni.
Men hetta er so fyrst og fremst ein spurningur millum Óla Breckmann og formann hansara Anfinn Kallsberg. Tá sami Óli í 70-unum og 80-unum bar fram eins ekstrem og fyri Føroyar og føroyingar oyðileggjandi sjónarmið segði formaðurin í Fólkaflokkinum bara: ”Hatta er bara Óli”. Men tað er ikki bara Óli, tí sum løgmaður eisini sigur í viðmerking í dag, so er hetta ein av okkara mest royndu og kendu politikarum, og sum verður hoyrdur uttan fyri landoddarnar. Vit hava demokrati og tá eiga øll sjónarmið at verða hoyrd. Tað skulu vit virða. Men spurningurin er, um ein flokkur sum Fólkaflokkurin eigur at góðtaka, at ein av hansara á henda hátt særir umdømi hjá okkum øllum í Føroyum.
Hvussu fór hann ikki við øllum vinstrahallum, humanistum oø. á sinni! Og hvussu vórðu svørt og litt ikki umrødd í Dagblaðnum. Tey, sum stríddust fyri einum frælsum Suðurafrika, minnast, hvussu hesin framstandandi fólkaflokspolitikarin spottaði og niðurgjørdi tey. Hetta lovar ikki gott fyri samgonguna. Løgmaður eigur ikki at lata slíkt fara afturvið borðinum og enn minni formaður Fólkafloksins.
Sosialurin