Meðan fólk higartil hava verið trygg við, at við Sambandsflokkinum, so er ríkisfelagsskapurin í tryggum hondum, so eru fólk farin at ivast, eftir at løgmaður í seinastuni er farin at droyma um eina sjálvstøðugar Føroyar.
Og boðskapurin verður ikki greiðari, tá løgmaður fyrst boðar frá, at um 10 ár hava vit tikið yvir øll málini, sum eftir eru at taka yvir sambært yvirtøkulógini – og at ríkisveitingin lækkar samsvarandi og tá er burtur.
Tá kundu vit kanska hildið, at løgmaður eisini hevði slept ætlanini um aftur at fara til Danmarkar at biða um 200 milliónir meira í ríkisveiting, men so er ikki.
Hóast Jenis av Rana sigur, at teir fýra floksformenninir í samgonguni – teir tríggir úr fyrrverandi fullveldissamgonguni og løgmaður – hava avtalað, at farið verður ikki aftur til Danmarkar at bidda fleiri pengar, so er tað kortini ikki so, sambært løgmanni. Treyðugt so hava teir tosað um tað, men avtaluna hjá Jenisi kennir løgmaður einki til. Heldur ikki Kári og Jørgen. Tað vil so siga, at um løgmaður tosar satt, so lýgur Jenis. Ella lýgur Jenis ikki, so lúgva Kári, Jørgen og løgmaður.
Ella kanska er hetta sum við lyftinum hjá somu floksformonnum frá 28. oktober í fjør, tá løgmaður lovaði, at vit ikki skuldu hava skattalætta, meðan hinir tríggir lovaðu, at blokkurin skuldi ikki hækka. Allir hava gjørt seg sekan í følskum lyftum – ella kanska tað veljarin, sum er býttur, um hann trýr slíkum lyftum.
Men hvorom alting er, so er tað í besta fall eitt bluffnummar aftur at fara at biðja um hægri blokkstuðul. Løgmaður og Jørgen Niclasen fingu stólin fyri hurðina, tá teir royndu hetta seinast, og tað sama fáa teir aftur. Tað var longu greitt undir 1. viðgerð av donsku fíggjarlógini seinast, at tað bara kundi blíva talan um at prístalsviðgera blokkin frameftir sambært galdandi prístali.
Men tá tað snýr seg um at halda seg at valdinum, so kunnu øll triks brúkast. Og tá Jørgen Niclasen er sannførdur um, at eingin í donsku politisku skipanini tekur ynskið hjá løgmanni fyri fult, so kann hann – uttan at skala fullveldisbroddin hjá Fólkaflokkinum – strúka løgmanni við hárinum – sannførdur um, at hetta fyri aðru ferð verður ein »Mission Impossible«.
Jenis hugsar helst øðrvísi – og vil ikki verða sama atkvøðuneyt sum Kári, ið langt frá er so snúðin, sum reelli samgonguleiðarin Jørgen.