Tað sigur kringvarpsstjórin í kjalarvørrinum av øllum atfinningunum, hann fær, tí hann er farin út í býin at leita sær dugnaligari hjálp hjá einum manni, sum gjøgnum egið partafelag fær rættin til at selja sponsoravtalur til allar sendingar í útvarpi og sjónvarpi.
Vit á privatu miðlunum halda enn sum áður, at Kringvarpið er totalt langt úti – og vit uppfata hetta stigið hjá kringvarpsstýrinum og kringvarpsstjóranum sum eina reina og grova – og helst tiltrongda – provokatión ímóti politisku skipanini, sum seinastu árini hevur latið niðurbræðingina av Kringvarpinum staðið við.
Allir flokkar eiga ábyrgdina.
Fólkaflokkurin hevði mentamálaráðharran, tá tann skilagóða politiska semjan um at niðurlaga lýsingarnar í Kringvaprinum varð gjørd.
Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin hava havt mentamálaráðharrar, sum bara hava snakkað – og nú, tá alt er koyrt fast við eini visjónsleysari leiðslu í kringvarpi og kringvarpsstýri, hvørs suksékriteriið bara er at fáa frið, er tað Sambandsflokkurin, sum eigur mentamálaráðharran, sum vónandi – mótsætt undanfólkunum í MRR – skjótt tekur sær um reiggj og fær skil á stovninum soleiðis, at pláss eisini verður fyri øðrum miðlum, enn niðurpínda Kringvarpinum.
At tað sansar at hjá Kringvarpinum fíggjarliga er einki nýtt. Hetta er ein gongd, sum øll onnur eisini hava kent seinnu árini. Privatu miðlarnar hava sannliga eisini mist innøkur í nógv størri mátistokki, enn Kringvarpið. Munurin er bara, at privatu miðlarnir laga seg til broyttu umstøðurnar, tað megnar Kringvarpið ikki, hóast sveiggini í inntøkunum eru peanuts í mun til sveiggini hjá teimum privatu miðlunum.
Soleiðis, sum Kringvarpið uppførir seg, so sorlar hesin almenni skattafíggjaði stovnurin alt miðlalandslagið í Føroyum. Hetta má sjálvandi steðgast, og tí fegnast vit um, at fólk í politisku skipanini nú tykjast taka málið í álvara.
Vit tora nú at hava álit á, at málið verður reist í løgtinginum, og at tingið steðgar moralsku niðurbræðingini av Kringvarpinum, sum leiðsla og kringvarpsstýri hava sett í gongd.
Vit ynskja eitt trygt og gott og sterkt kringvarp. Men lýsingar- og sponsorfígging kann ikki sameinast við lisensfígging.
Løgtingið ræður fyri fíggjarliga grundarlagnum hjá Kringvaprinum, men tingsins avgerð skal privata pressan í Føroyum ikki bløða fyri.