Í grundgevingum sínum fyri at fella uppskotip – sum Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, annars hevur víst stóran áhuga, er, at meirilutin fyrr hevur fingið at vita, at kostnaðarstøðið í Føroyum er gott 10 prosent hægri enn í Danmark, sum hevur eitt lutfalsliga høgt kostnaðarstøði í mun til onnur lond.
Meirilutin er sannførdur um, at kappingin innan ymsar greirar i handilslívinum er á rímiliga nøktandi støði.
Vinnunevndin hevur tosað við handilslívið, tað vil siga Vinnuhúsið og størstu matvøruhandlarnar í landinum, FK, PE, og SMS. Og tað er nóg mikið fyri meirilutan í vinnunevndini at staðfesta, at eingin orsøk er til kanna málið nærri.
Hesi handilsfólk hava sannført meirilutan um, úrslitið hjá teimum er lágt í mun til umsetningin, og kemur hetta av, at umstøðurnar kring vinnuna ikki eru nøktandi.
– Tað er kostnaðarmikið at lána pening úr bankunum, rentan er sera høg, farmagjaldið til Føroyar er ov høvt, el-prísir eru sera høgir, oljan alt ov dýr, og at øll almennu vøruavgjøldini saman við MVG fara við størsta partinum av umsetninginum, skrivar Vinnunevndin.
Helst er nakað um tað, sum vinnan førir fram, og tað hevði verið sera gott, um løgtingið fekk bøtt um støðuna, soleiðis at brúkarin kundi sloppið at keypt bílagir vørur.
Men passar tað nú, sum Vinnunevndin førir fram? Hví spyrja tey ikki, hvussu nógvan pening handilsvinnan hevur goldið út til partaeigararnar? Veruleikin er til dømis, at ein av hesum handlum, sum nevndir eru omanfyri, síðani 2004 hevur goldið sínum partaeigarum 93,6 milliónir krónur í vinningsbýti.
Privata vinnulívið skal sjálvandi tjena pengar. Men at skylda alt upp á tað almenna, sum tekur ov nógv, tað kann vera ov bíligt.
Tað kann tí tykjast sum, at vinnunevndin og parlamentariska grundarlagið hjá landsstýrinum heldur vil stinga høvdið í sandin enn at kanna og lýsa støðuna, soleiðis sum Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur boðað frá, at hann vil.