Oddagrein· Norðurbryggjan ? nakað meira

Nú líður so mikið væl við arbeiðinum við Norðurbryggjuni í Keypmannhavn, at hetta komandi mentanarhúsið kann lata dyrnar upp í hesum mánaðinum. 27. november er ásettur til at vera sjálvur vígsludagurin.

Lat okkum alt fyri eitt ynskja stigtakarum og brúkarum tillukku við hesum tiltakinum og má tað gerast ikki bert ein savnandi mentanardepil men eisini karmur um frið og semju millum menniskju og lond. Í einum heimi, har ófriður og órættvísi framvegis merkir gerandisdagin so nógv og er ein álvarslig hóttan, hava vit brúk fyri stovnum, húsum og karmum, sum ikki einans skulu hálova og menna mentan, men sum eisini við síni hjáveru kunnu mótvirka ófriði og órættvísi millum lond og menniskju. Karmum, sum byggja á kunnleika og kærleika millum fólk.

Nettupp eitt fleiritjóða mentanarhús sum hetta kann hava týdning í so máta. Mentan og kunnleiki hvør um annan eigur at hava víðari sikti enn "bara" tað at kunna fegnast og gleðast í sínum og um sítt egna umhvørvi. Hesi kunnu og eiga at geva okkum øllum íblástur til at skapa ein betri og ríkari heim fyri okkum øll.

Ætlanin við Norðurbryggjuni er at seta fokus á smátjóðirnar í Útnorði, Grønland, Ísland og Føroyar. Tað er gleðiligt, at serliga danir hava tikið stig til at skapa okkum henda nýggja karm og møguleika. Har vit kunnu savnast og sínámillum geva hvørjum øðrum nakað, og har vit samtíðis kunnu vísa umheiminum vegin til okkara kæru lond og mentanir. Gjøgnum slíkt hús kunnu vit koma nærri umheiminum, og umheimurin nærri okkum.

Útnorður fyllur nógv meira á heimspallinum enn vit gera okkum greitt. Hóast fá so eru vit stór ? stór í tilfeingi og stór í mentanarligum ríkidømi. Ríkidømi, ið ikki bert skal halda lív í okkum, men sum eisini skal gagna restini av heiminum. Vit eru rík í so mangar mátar. Ikki bert hava vit stór tilfeingi í undirgrund og í havinum, vit hava eisini eina náttúru og eina mentan, sum gera okkum til nakað serligt. Góð 300.000 menniskju hava fingið eitt so ómetaliga stórt ríkidø mi at troyta og umsita ? ja fingið tað til láns frá okkara eftirkomarum ? at vit eiga eisini at umhugsa, hvussu hetta ríkidømi so ella so kann vera við til at skapa ein betri heim fyri onnur eisini.

Tað kann vera eina slíka uppgávu, sum Norðurbryggjan eisini kann vera savnandi um. Har vit við okkara egnu mentan og hjáveru í Útnorði og okkara óavmarkaða ríkidømi kunnu geva okkara íkast til stríðið fyri frið og rættvísi. Hví ikki síggja Norðurbryggjuna eisini sum ein av mongum lyklunum til eina betri verð, har vit kunnu vera fyrimynd fyri onnur samtíðis sum vit við hesum húsi eisini kunnu fáa íblástur frá øðrum. Tá hevur Norðurbryggjan tænt sínum endamáli. Latið ikki hetta góða mentanarhús gerast eitt tiltak fyri tey fáu og tey múgvandi. Latið tað gerast eitt fólksins mentanar- og friðarsinshús. Eitt evarska lítið forum, sum kann geva eitt stórt íkast til tað góða og menna ndi í okkum menniskjum. Ein lítil pallur, sum torir at vera við til at flyta mørk á tí stóra altjóða palli, ið vit øll, rík sum fátæk, ung sum eldri, sjúk sum frísk, hvít sum svørt, kristin sum muslimar, ja øll eru partur av.

Sosialurin