NÚ vita vit ikki í skrivandi løtu so nógv um innihaldið í hesi frágreiðing, men útvarpið visti at siga frá mánamorgunin, at Vísmannabólkurin kemur til ta niðurstøðu, at Norðurlond mugu til at orða ein felags politikk mótvegis eitt nú Europasamveldinum, ið um ikki so langa tíð eisini fer at fevna um fleiri av eystureuropeisku londunum.
VÍSMANNABÓLKURIN hevur eftir øllum at døma eina greiða støðu til ES og ljóðar hetta skilagott. Ikki tí at tað er rætt at isolera seg ella at standa uttanfyri felagsskapir av ymsum slag. Men tað er týdningarmikið, at Norðurlond, sum jú longu eru ?splittað? við at nøkur eru í ES og nøkur uttanfyri, draga eina felags línu í tí, sum júst eyðkennir Norðurlond sum nakað serstakt. Her verður bæði hugsað um mentan og annars samfelagsligar dygdir, sum í stóran mun hava verið sermerktar fyri júst Norðurlond. Hvussu oftani verður ikki víst til Norðurlendska vælferðarmodellið og hvussu mong brúka ikki hetta modell sum fyrimynd fyri framtíðar samfelagnum!
TAÐ var tann tíð, tá norðbúgvar kendu seg sum norðbúgvar, tvs. nakað fyri seg. Tað varð tosað um at skipa Norðurlond sum ein felagsskap av londum, sum kanska kundi minna um ES ger tað á summum økjum. Men sohvørt fleiri av Norðurlondum fóru uppí ES fjarðaði hesin dreymur burtur, tó so at vit í dag hava Norðurlandaráðið, ið skal bæði raðfesta og staðfesta tann norrøna samleikan. Ymsar meiningar eru um, hvussu væl hetta hevur eydnast. Nú verður so vónandi lagt upp til, hvussu vit kunnu leggja nakað meira ítøkiligt í henda samleika og hvussu vit menna okkum sum eitt mentanarligt øki mótvegis umheiminum.
ÁHUGAVERT verður at síggja, hvat Vísmannabólkurin mælir til á hesum øki. At hann leggur stóran dent á norrøna samleikan og at fáa Norðurlond at kenna seg sum eina mentanarliga og samfelagsliga eind er bæði gott og rætt. Londini goyma so stór virði, at hesi mugu ikki missa fótafestið í tí meldrinum, sum fer at koma í kjalarvørrinum á einum risastórum samveldi í Europa - eftir amerikanskari fyrimynd. Sjálandi skulu vit heldur ikki gerast nalvaskoðarar og bara síggja Norðurlond sum svarið uppá tað einasta rætt og besta. Lýti eru allastaðni. Men tað ræður um at hjúkla um og virðismeta tað góða vit hava sum norðbúgvar, ikki minst við tí fyri eygað, at vit við at standa saman og kenna okkum sum eina eindu, harvið eisini kunnu tilføra umheiminum nakað gott á so nógvum ymsum økjum. Ikki minst demokratiska hugsjónin og sosiala medvitið eru virði, sum vit við røttum kunnu borðreiða fyri umheiminum.
Tað áhugaverda er, at Norðurlendska vælferðarmodellið ikki bert kann vera góður íblástur hjá tilafturskomnum londum, men kann tað so sanniliga eisini hjá framstandandi tjóðum sum eitt nú USA. Eitt nú kundu amerikanarar lært nógv av okkara hugburði eitt nú mótvegis deyðarevsing - og annars ikki minst á tí sosiala økinum.