Tað var undir lønarsamráðingunum seinast, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, fekk innført, at lønir undir 30.000 krónur kundu hækka 220 krónur, í staðin fyri at lønirnar hækkaðu í prosentum, eins og vanligt hevur verið.
Hetta dámdu pensjónistunum væl, tí 220 krónur eru nógv prosent oman á fólkapensjónina.
Men soleiðis skal tað altso ikki vera.
Pensjónirnar eru altíð hækkaðar í prosentum og ikki krónum, og hesaferð verður eisini lagt upp til, at tað skulu hækka í prsoentum, segði Annika Olsen í Sosialinum fríggjadagin.
Landsstýriskvinnan heldur sum vera man, at tað er ómetaliga keðiligt, at hendan misskiljing er komin í. Hon sigur seg hava fingið at vita úr Fíggjarmálaráðnum, at í miðal eru lønirnar hækkaðar 0,85 prosent, og at tað verður tað, sum pensjónirnar hækka. Hetta er tað, sum samongan hevur lagt fyri við í fíggjarkarmunum, og hetta er tað, sum sambært landsstýriskvinnuni liggur í kortunum, nú fíggjarlógin verður borin niðan í tingið um fáar dagar.
Spurningurin er so, um samgongan hevur lumpað pensjónistarnar, ella um pensjónistarnir hava lagt tvey og tvey saman – og hava vónað stóra vinningin. Í øllum førum kann staðfestast, at tað er breiði politiski viljin hjá løgtinginum, at pensjónirnar ikki skulu hækka av sær sjálvum.
Flestu flokkar á tingi hava sitið við valdið seinastu árini, tá javningin – sum var fýra prosent – støðugt er lækkað til nú heilt at verða tikin av. Men hinvegin, so eru pensjónistarnir væl umboðað á niðastu rókunum, sum Jenis av Rana plagar at taka til. Men kortini hava hvørki Jenis av Rana ella nakar annar í samgonguni hugsa um pensjónistarnar, tá tosað hevur verið um 220 krónur í lønarhækking til tey lægstløntu.
Veruleikin hevur ofta fleiri síður, og í hesum føri er veruleikin defineraður soleiðis, at øll fáa somu lønarhækking. Hjá politikarunum passar tað í hesum føri best, at lønarhækkingin hjá teimum alment løntu verður í krónum, meðan hon hjá pensjónistunum verður í prosent.
Eingin hevur lovað nakað annað – og eingin hevur logið, hóast pensjónistar kenna seg lumpaðar...