Formaður Tjóðveldisfloksins skal hava púra rætt í, at persónsmál ikki eiga at fylla dagskránna, tá um føroyskar politikarar ræður.
Hvat er eitt persónsmál? Um onkur politikari til dømis hevur onkran fult lógligan, men kanska eitt sindur óhepnan óvana, ið hann dyrkar í síni frítíð, so er talan um eitt persónsmál, ið sjálvandi ikki skal fylla miðlarnar. Um onkur politikari í síni frítíð ella í sínum borgarliga starvi ger okkurt óheppið, ið einki hevur við politska arbeiðið at gera, men ikki er kriminelt, so er eisini talan um persónsmál, ið sjálvandi ikki skulu fylla miðlarnar ella blandast uppí politisk mál.
Verður ein politikari ákærdur eftir revsilógini, so er talan um ein politiskan trúvirðistrupulleika og ikki persónsmál.
Um ein politikari ber seg skeivt at í starvsetanarmálum, sum til dømis Annlis Bjarkhamar gjørdi, ella sigur ósatt alment og tveitur fólk út av fundum, sum eitt nú Tórbjørn Jacobsen gjørdi, so er ikki talan um persónsmál, men um ein trupulleika hjá viðkomandi politikara og teimum, ið hann samstarvar við og flokkin, ið viðkomandi umboðar.
Um ein landsstýrismaður í sínum starvsdegi hóttir fólk ella tíggjar sær illa yvirfyri starvsfólki, so er talan ikki um eitt persónsmál. Ein landsstýrismaður hevur stórt vald, og umráðandi er, at borgarar kunnu kenna seg tryggar við hetta. Malplaserað skemt ella hóttanir hoyra ikki heima í starvsdegnum hjá einum landstýrismanni. Hvussu landsstýrismaðurin skemtar í frítíðini heima hjá sær sjálvum er sjálvsagt ikki eitt mál, ið fjølmiðlarnir skulu befatta seg við, men um tingmenn og onnur kenna seg hótt, so er talan um eitt mál, ið eigur at takast upp politiskt.
Formaður Tjóðveldisfloksins hevur aftur púra beint, tá hann sigur, at avrik og ikki persónsmál eiga at verða tað, ið ein flokkur skal dømast eftir. Avrik á sjálvstýrisleið hava ikki verið nógv, hóast gangur hevur verið nógvur. Tað má hinvegin sigast at verða eitt avrik í sær sjálvum, at fleiri av landsstýrisfólkunum, ið eru útnevnd í formanstíðini hjá núverandi formanni Tjóðveldisfloksins, eru farin frá av at hava framt mistøk í sínum landsstýrissessi. Eisini er tað merkisvert í sær sjálvum, at man tvíheldur um tey, ið hava framt mistøk, men tveitti Signar á Brúnni, ið einki skeivt hevði gjørt, til hús.
Tjóðveldisfólk eru ikki øll líka fegin um landsstýrisfólkið, ið Tjóðveldisleiðslan hevur valt seinastu árini. Tosið hjá Høgna Hoydal, um at fjølmiðlarnir fokusera uppá persónsmál í samband við atburðin hjá Pálli á Reynatúgvu, ljóðar heldur tómligt, eftir at ikki bara eitt, men tvey landsstýrisfólk hjá Tjóðveldisflokkinum, Torbjørn Jacobsen og Annlis Bjarkhamar, noyddust frá, ikki av persónsmálum, men av skeivum atburði í sínum sessi. Hvussu er við dømikraftini hjá leiðslu Tjóðveldisfloksins?
Sosialurin