Tað er einki nýtt í tí, at fólk úr øðrum flokkum enda í Sjálvstýrisflokkinum og royna at koma sær framat har. Kára á Rógvu kunnu vit ikki leggja undir tað, tí hann hevur ikki verið uppstillaður fyri annan flokk, men fleiri av teimum næstu á listanum hava sitið á tingið fyri fleiri aðrar flokkar.
At Kári Højgaard í sínari tíð gjørdist formaður var av tilvild. Í 2002 fall tann annars sterki maðurin í Sjálvstýrisflokkinum, Sámal Petur í Grund - og Kári Højgaard vann hansara sess. Sum einasti tingmaður floksins var hann sjálvskrivaður formaður.
Men Kári Højgaard hevur klárað uppgávuna væl. Hann er ein fólksins maður, altíð blíður og fyrikomandi - og hann hevur valla nakran fígginda í politisku skipanini.
Nýggi formaðurin er akademikari, doktari í lóg. Tað eru øðrvísi fortreytir, enn postmaðurin og útróðrarmaðurin hevur. Kári á Rógvi umboðar tað nýggja ættarliðið í flokkinum - tað akademiska, ella tað yuppi-kenda ættarliðið.
Tað nýtist nú ikki at vera nøkur ódygd. Hann er væl lisin og gløggur. Tó hevur hann sýnt onkrar veikleikar sum politikari - serliga tann arrogansa, sum hann ofta sýnir miðlunum. Um hann ætlar sær nakað í politikki, so má hann taka telefonina og svara, tá hann verður spurdur.
Hóast tað var ein kvettroynd, sum varð framd móti Kára P. Højgaard, so dugdi hann í gjár væl at avparrera hana. Segði, at hann fyri langari tíð síðani hevði gjørt av at leggja frá sær. Tað man vera ein sannleiki við modifikatiónum, men tað var gløgt av honum at jarða formansstríðið við brestin.
Flokkurin hevur ringar royndir av slíkum uppgerðum, tí tvær tær seinastu ferðirnar eru formenninir rýmdir úr flokkinum og valdir á ting fyri aðrar flokkar.
Tað fer Kári Post valla at gera. Hansara lutur verður helst at halda fast við gamla »stig fyri stig« politikkin, meðan akademikararnir - kanska uttan tað sóra úrslitið - fara at royna at flyta flokkin hendavegin ella handavegin. Men tað skal meira enn eitt manndómsbragd til at styrkja Gamla Sjálvstýri, tí tað eru 70 ár síðani, at flokkurin hevði fleiri enn trý fólk á tingi. Vit ynskja tó Kára á Rógvi góða eydnu við projektinum.