Hetta merkir so aftur, at semingsstovnurin ikki kann vera óvirkin og seta seg upp afturá at bíða til annar parturin gerst moyrur og krýpur til krossin. Spurningurin er, um ikki Semingsstovnurin eigur at vera virkin alla tíðina og at eftirkanna støðuna til tess at vita, hvørjir møguleikar eru til staðar. Møguleikarnir eru jú altíð har. Tað ræður bert um at avlesa partarnar og fanga hvørt minsta glopp í verjuni hjá pørtunum.
Partarnir hava jú eins og hersettir býir í forum víðgyrt seg og byrgt seg sjálvar inni. Men samstundis, so vita vit av royndum frá verkføllum áður, at partarnir alla tíðina senda út signal, sum vísa hvar teir eru í sínum umhugsingum og støðumetingum.
Endamálið við semingsstovninum er m.a., at hann skal hjálpa til at fáa hesar innibyrgdu stríðandi partar til at gloppa borgardyrnar ? at læsa upp fyri eini læstari støðu. Ein kann tí spyrja, um semingsstovnurin ikki eigur at vera aktivt lurtandi, til tess at fanga hvørt minsta tekin um samráðingarvilja hjá øðrum ella báðum pørtum. Tað liggur tí ein sera stór ábyrgd á Semingsstovninum, tá arbeiðsósemjan er komin hartil, sum hon er nú. Stovnurin skal ansa eftir, at hvørgin av pørtunum tekur skaða. Hann skal tryggja, at fakfeløgini ikki fara so langt út, at tey í síðsta enda standa við svartaperi, hóast tey kanska í síðsta enda fáa ein dyggan vøkstur í krónum og oyrum. Og Semingsstovnurin hevur skyldu at ansa eftir, at samfelagsvirði ikki fara fyri skeyti av verkfallinum.
Her liggur ein sera stór ábyrgd á semingsstovninum og á semingsmonnunum og fáur man øvunda teimum hesa ótakksomu uppgávu. Hinvegin er tað ein spurningur, um ikki tíðin er farin frá eini semingsstrategi, har bíðað verður í frið og náðum til annar parturin hoyknar í knøunum. Er ikki tíðin nú komin til at nýta eina meira virkna, kreativa og visionera semingsstrategi? Vit spyrja bara í bestu meining, uttan at vit á nakran hátt ynskja at sáa iva um semingsstovnin ella at skapa trupulleikar kring virksemi stovnsins.
Sosialurin