ODDAGREIN: So er at fáa orð til gerðir

Løgmaður vónar, at undirtøkan í løgtinginum verður líka stór, sum spurnarumfarið í Sosialinum miku­dagin vísti, tá hann í næstum fer at leggja fyri tingið uppskot um, hvørj­ar samsýningar politikarar skulu hava.

Tað segði hann í tinginum miku­dag­in, tá fleiri fyrispurningar vóru um lønarviðurskiftini hjá ting­monn­um, eftir at Sos­i­alu­ri­n hevur sett spurna­rt­ekin við, um tað er rætt at summi tingfólk fáa dupultar løn­ir – løn fyri at sita á ting og fyri at sita í lands­stýr­i­num í senn.

Løgmaður vísir á, at uppskotið hjá hon­um byggir á eitt tilmæli, sum ein óheft nevnd hevur gjørt,

Men løgmaður vísti á, at hann vil hava politiska undirtøku fyri mál­inum, áðrenn hann fer at leggja tað fram.

Spurnarumfarið hjá Sosialinum ví­s­ir, at eitt so at siga samt løgting heldu­r tað vera burturvið, at lands­stý­ri­s­f­ólk, sum taka sæti aftur á tingi fáa ting- og landsstýrisløn í eitt hálvt ár. Men spurningurin er bara, hví hendan skipan ikki er broytt fyri langari tíð síðani.

Tað er meira enn 20 ár síðani, at Sosi­al­ur­in skrivaði um stóru skatta­fríu ískoytini, sum politikarar fáa – og sum slett ikki standa mát við ver­u­ligu útreiðslurnar, og sum eru so nógv­ar ferðir størri, enn tað sum onn­ur fáa í ferðastuðuli. Kortini hend­ir einki.

Løgmaður vísir til álitið, hann fekk nýggj­árs­aftan í fjør. Bert tíð­in fer at vísa, hvat løgmaður fer at gera við ta uppskotið, tí fleiri onn­ur slík tilmæli liggja í skuff­uni hjá løgmanni í tinganesi. Kaj Leo fekk eitt í 2009 og eitt triðja varð gjørt í 2005. Tað ligg­ur í skuffuni, tí bæði Jóannes Eid­es­gaard og Kaj Leo Holm Johannsen kunnu bara siga, at teir mugu tryggja sær meiriluta, áðrenn teir leggja tað fyri tingið. Har liggur eis­ini eitt eldri tilmæli – so løgmaður, hevur í minsta lagi trý tilmæli liggjandi, har víst verður á, hvussu politikarar eiga at verða løntir.
»Trupulleikin« sum Sosialurin vísti á, kom fram í ljósmála, nú Kári P. Højgaard fór aftur í tingi. Hann hevur sjálvur tvær ferðir sum tingmaður, einaferð saman við Kaj Leo Johannesen, sum tá var ting­mað­ur, lagt júst hetta uppskot fyri ting­ið um at broyta lógina soleiðis, at tað ikki ber til at koma í ta støðu, sum hann er endaður í nú við tveim­­um lønum. Vit vita eisini, at Kaj Leo Holm Johannesen saman við í minsta lagi seks ørðum fólkum kemur í ta støðu, at tey kunnu fáa eina fjóðrings millión í eyka løn – sum hann sjálvur heldur vera órímuligt.

Men hetta kann løgmaður nú broyta – og harvið spara okkara felags kassa hálvaaðru millión.