Oddagrein· Sosialurin í hvørt hús í Føroyum

Blaðið tú hevur í hondini er borið út til hvørt tað einasta húsarhald í Føroyum. Hetta gera vit m.a. tí, at vit í dag fara undir stóru og spennandi summarkappingina við hópi av góðum vinningum. Men blaðið fer eisini út til allar føroyingar fyri rætt og slætt at gerast enn meira sjónligt. Vónandi verður tikið væl ímóti hesum møguleika at tekna seg sum haldara av blaðnum. Sí haldaralepa at fylla út inni í blaðnum.

Hetta er annars ein hendingarríkur mánaði fyri júst Sosialin, tí 24 mai. verður blaðið 80 ár. Dagurin verður hildin við almennari móttøku fríggjadagin 25. mai, har tú sum lesari er vælkomin at støkka inn á gólvið í Miðlahúsinum millum klokkan 15 og 18.

 

Hóast nógvir føroyingar í dag keypa ella halda blaðið, so eru tað framvegis tey, sum ikki síggja blaðið, og tað eru m.a. hesi góðu fólk vit vilja royna at røkka við at senda blaðið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum, so tit fáa eina fatan av, hvat vit hava at bjóða.

 

Til tykkum mongu úti um landið, sum fegin síggja, at føroyskir fjølmiðlar vísa størri áhuga og ans fyri tykkara gerandisdegi og tykkara umhvørvi og ikki bara fokusera uppá Havnina og høvuðsstaðarøkið vilja vit rætta út hondina. Eins sjónligt Miðlahúsið er í Havnini, eins sjónlig fer okkara útbygda rullandi redaktión at vera um alt landið. Við nýggja arbeiðsbili okkara, Snodda vilja vit royna at koma út í hvønn krók av landinum. Og fyri at vísa hetta í verki verður víst til nógva tilfarið í nettupp blaðnum tú hevur í hondini. Hetta er eitt úrslit av okkara verkætlan við Snodda, sum fer at gerast sjónligur kring allar oyggjarnar komandi tíðina.

 

Í hesum sambandi er eisini týdningarmikið, at tú sum lesari gera brúk av okkum. Hevur tú eina góða søgu, er okkurt tú fegin vil hava, at okkara rullandi redaktión tekur sær av, so er bara at ringja til okkara á 341800 og spyrja eftir Snorra. Í staðin fyri at tú skal koma til okkara so koma vit til tín, til tína heimbygd.

 

Við Miðlahúsinum og við nýggja flaggskipinum Snodda á okkara rullandi redaktión bjóða vit tær við umborð. Við at gerast haldari gerst tú eisini partur av tí livandi umhvørinum, sum Sosialurin hvønn dag setir á dagsskránna. Av bygd í bý. Góði lesari, vælkomin sum haldari av blaðnum.

 

Sosialurin