Løgmaður hevur fleiri ferðir lagt dent á, at Sambandsflokkurin er ein borgarligur flokkur, sum sjálvandi rekur borgarligan politikk. Treyðugt so. Men fyri tað um Sambandsflokkurin er í samgongusamstarvi við Fólkaflokkin, so nýtist tað ikki at merkja, at Sambandsflokkurin skal reka borgarligan politikk soleiðis, sum Jørgen Niclasen heldur, at hann skal rekast.
Tað er ikki at lasta Fólkaflokkinum ella Jørgen Niclasen, at støðan er vorðin soleiðis, at tingmanningin hjá Sambandsflokkin hevur ringan smakk í munninum. Politikkur er ávirkan. At reka politikk er at ávirka, og tá tú ert í einum politiskum samstarvi, so ræður um at vera tann gløggasti, tann sum fær sannført hinar í samstarvinum at reka tín politikk.
Í sitandi samgongu hevur Jørgen Niclasen havt hendan leiklutin longu frá byrjan. Tað gav at býta, tá hann beint sum samgongan varð skipað, for niður til Danmarkar og lætst vilja bidda 200 milliónir krónur í øktum ríkisstuðuli.
Sjálvandi meinti Jørgen Niclasen einki við hetta. Hann visti væl, at ein slík ætlan var burtur úr vón og viti, men við at gera sum Sambandsflokkurin vildi, so fekk hann ávirkan. Úrslitið var kortini at liva við hjá Fólkaflokkinum, tí fullveldi verður hvørki fyrr ella seinni, fyri tað um ríkistuðulin verður javnaður við tveimum prosentum um árið.
Tað er einki dulsmál, at Sambandsflokkurin hevur havt fólk við sosialinum profili, so sum Edmund Joensen, Lisbeth Petersen og Eilif Samuelsen bara fyri at nevna nøkur. Tingmanningin hjá flokkinum í dag hevur at kalla ongan serstakan profil. Tey hvørva øll í ein stóran Fólkaflokk, sum stýrir øllum.
Tí er tað áhugavert at hoyra Rósu Samuelsen í útvarpinum greiða frá, at Sambandsflokkurin ikki hevur verið sjónligur í eitt nú málinum um eldrarøktina.
Hon viðgongur, at Sambandsflokkurin nú eigur at skifta kós, og tað er áhugavert at frætta frá framsøgufólki Sambandsfloksins í almannamálum.