Oddagrein· Størsta avbjóðing

Fasta sambandið millum Eysturoy og Borðoy er ein tann størsta avbjóðingin í nýggjari tíð, ikki bara til Klaksvík og Norðuroyar - hetta er ein avbjóðing til í fyrsta lagi alt meginøkið og í øðrum lagi til allar Føroyar. Við hesum sambandi verður støðan hjá høvuðsstaðum í Norðoyggjum, Klaksvík, sum øki endiliga av. Sum partur av meginøkinum verða nógvar fortreytir grundleggjandi broyttar. Øll skulu venja seg við, at støðan sum útjaðraøki er av, og høvðusstaður norðoyinga nú verður at kappast á jøvnum føti við landsins høvuðsstað.

Hetta er ein sera spennandi støða. Hetta er ein støða við ómetaligum møguleikum, avbjóðingum og ein støða við ikki sørt av óvissu fyri allar partar. Hvønn veg fer útviklingin? Hvønn veg fara almennu íløgurnar? Hvønn veg fer kapitalurin. Hvønn veg fer fólkið í arbeiðsførum aldri. Hvussu verður bústaðarmynstrið. Vit hava so vítt okkum kunnugt ongar veruligar kanningar ella vísindaligar rannsóknir, ið kunnu siga nakað um demografisku, sosialu og búskaparligu avleiðingarnar av tí kollvelting, sum Norðoyartunnlin veruliga er. So her er nógv óvissa, og sera spennandi verður at síggja, hvussu gongdin verður á øllum samfelagsøkjum.

Eitt er tó púra vist. Norðuroyggjar og serstakliga Klaksvík hava ómetaliga nógv at geva meginøkinum. Klaksvík fer inn í meginøkið við einum dyggum farmi av mentan, vitan, initiativi og búskaparligari megi. Hesin býur hýsir fólki við sera stórum førleikum serstakliga á vinnuøkinum, og tað er als eingi ivi um, at hetta verður ein veldugur vinningur fyri meginøkið. Tað eru so eisini í stóran mun klaksvíkingar sjálvir, ið koma at gera av, hvussu nógv býurin og íbúgvarnir koma at vinna av at gerast partur av meginøkinum. Her hevur serstakliga vinnulívið sín størsta møguleika síðan slupptíðin byrjaði at gerast førandi á fiskivinnuøkinum eins væl og á øðrum økjum við.

Fasta sambandið fer eisini at broyta fortreytirnar á útbúgvingar- og mentanarøkinum. Tann stóri spurningurin verður, hvar miðdepilin fyri útbúgving og mentan í hesum parti av meginøkinum skal verða í framtíðini. Vitan og gransking verða sum frálíður eins týdningarmikil sum at veiða fisk og førleikar at skapa virðisøking úr tí, sum kemur upp á land. Her verður kapping í meginøkinum. Kapping um hvør býur ella býarsamkipan kann geva borgarunum, serstakliga yngra ættarliðinum og vinnulívinum tær bestu sømdir. Henda kapping er neyðug og hon fer at gagna menningini í nýggja og víðkaða meginøkinum. Vit ynskja øllum føroyingum og her serstakliga norðoyingum tillukku við, at eitt týðandi vegamót í tunnilssambandinum millum meginøkið og Norðoyggjar er rokkið.



Sosialurin