ODDAGREIN: Stakkals Aksel

Løgtingsvalið leygardagin var á mang­an hátt áhugavert. Eitt er, at løg­mað­ur og flokkurin hansara var stóri sigursharrin. Annað at Fólka­flokk­ur­in við Jørgeni Niclasen á odda hevði eitt framúr val, sum kort­ini ikki var brenni á bálið at fáa Jørg­en Niclasen frá sum formann.

Tjóðveldi var stóri taparin. Full­veld­isætlanin tykist endaliga jarð­að, nú Tjóðveldi varð bumbað aft­ur um tíðina við Høgna Hoydal og full­veldinum, sum byrjaði á valinum í 1998.
Men eitt tað mest merkisverda úrs­litið var hjá Javnaðarflokkinum. Eitt er, at flokkurin fekk tað ringasta val­úrsl­itið í áttati ár ? síðani ann­að valið hjá flokkinum í 1932, tá flokk­urin fekk 10,5 prosent. Við und­an­taki av katastrofuvalinum í 1994, so hevur Javnaðarflokkurin ikki verið so illa fyri í 80 ár.
Men tað er kanska ikki at lasta nýggju leiðslu floksins, sum hev­ur bjargað tí mesta av tí tapta inn­aft­ur, um hugt verður eftir veljar­a­kann­ing­u­num síðani síðsta val.
Men nakað annað er, at Aksel V. Jo­hnannesen fær sína sak fyri við nýggju manningini. Øll vita, at Ger­hard Lognberg hevur ligið í støð­ugum stríði við floksleiðsluna. Hen­rik Old hevur beinleiðis arbeitt ímóti leiðsluni og flokkinum í val­stríðnum, og Kristin Michelsen á Tvør­oyri er ikki júst kendur fyri at vera serliga komprissøkjandi.
Javnaðarflokkurin hevur mist pro­fil­ar sum Hans Paula Strøm, Hel­enu Dam á Neystabø og John Jo­hannessen, og hann hevur fingið menn, sum longu hava boðað frá, at teir ikki ætla at arbeiða í takt við flokk­­in.
Og tað er als ikki álitisvekjandi, at tveir av tingmonunum bein­leið­is stungu formannin í ryggin í út­varp­inum í gjár. Henrik Old tos­aði um kat­a­strofuna við fisk­i­vinnu­pol­i­tikk­­i­n­um, og segði, at hann ikki var slopp­­in upp í part í valstríðnum, tí tað ikki passaði inn í systemið hjá leiðsl­­uni.
Gerhard Lognberg segði eisini við út­­varp­ið, at hann ikki var slopp­in fram at, tí hann ikki aktaði leiðsl­una. Hann segði, at hann varð hild­in utt­an­fyri.
Kristin Michelsen hevur boðað frá, at hann fer fyrst og fremst á ting fyri atbeiða fyri Suðuroynna, og setti sum ófrávíkiliga treyt fyri at fara í samgongu, at Hvalbiartunnilin skuldi verða tann fyrsti og at sjúkrahúsið ikki skal undir felags leiðislu.
Alt hetta vísir ein flokk, sum ikki kann vera stjórnarberandi. Aksel J­o­­hann­­e­sen ­skal hava meira enn ped­a­gogisk evni fyri at halda skil á slík­um vargum, og valla fer at bera til við nøkrum konstruktivum sam­­starvi – um tað so verður fyri til­­feing­­i­s­gjaldi ella ímóti.
Fyrsta samdøgrið hjá nýggja Javn­að­ar­flokkinum bendir tískil á split og ósemju, og við tí byggja tey valla land ella flokk.