ODDAGREIN: Svínabundin

Føroyskir skattaborgarar, sum hava goldið umleið 100 mill. kr. til nýggja vaktarskipið Brimil, mugu lata sær lyndi í óvissa tíð framyvir bara at síggja sítt spildurnýggja vaktarskip í bløðunum ella á sjónvarpsskíggjanum.

 

Brimil liggur nevniliga svínabundin í Noregi og sær tað út til, at hann kemur at liggja har í langa tíð.

Orsøkina kenna vit øll: fakfeløgini hjá manningini nokta fólki sínum at sigla skipið heim soleingi landsstýrið ikki vil samráðast um ein lønarsáttmála fyri manningina á nýggja vaktarskipinum. Landsstýrið hinvegin fer upp á bakbeinini og sigur kortanei til at samráðast, soleingi talan er um eina hóttan ella enn verri, soleingi manningin ikki vil fara til arbeiðis og sigla skipið til Føroya.

Man veit ikki, um man skal flenna ella gráta. Tí hetta er jú ein parodi - fyrst at brúka áralangt stríð og tjak til í heila tikið at bestemma seg til eitt skip - fyri síðani at brúka nógvar pengar til at byggja eitt nýtt skipVit skulu ikki taka dagar ímillum, hvør hevur rætt og ikki, men vit kunnu tó staðfesta, at hetta er ein fyri Føroyar fullkomiliga láturlig og ótolandi støða, nú vit loksins fingu okkara vaktarskip.

Uppgávurnar standa og bíða og kunnu vit vera skipið fyriuttan í langa tíð aftrat, so má man seta spurningin: um tað í heila tikið er brúk fyri nøkrum skipi. Landsins myndugleikar mugu gera upp við seg sjálvar, um teir meta Føroyar hava brúk fyri Brimli her og nú ella um hann skal liggja og rusta við norska bryggju í mánaðir og kanska ár. Tá verður tað ein leskiligur biti hjá andstøðuni á tingi at fáa Brimil á valborðið um gott og væl eitt ár.

Landsstýrið ella rættari fíggjarmálaráðharrin sleppur ikki undan tí sannroynd, at tað finst ikki ein hóskandi sáttmáli fyri manningina á nýggja vaktarskipinum. Hetta er tað sum fakfeløgini vísa á, og sjálvandi vilja tey tryggja sínum limum eina rímuliga og sømuliga løn. Tí skilir man væl feløgini. Men kanska áttu tey tó at víst so mikið av samfelagssinni, at tey góvu undantaksloyvi til manningina at sigla skipið til Føroya, soleiðis at hetta bleiv eitt mál, sum kundi loysast her heima. Tað hevði uttan iva eisini verið lættari hjá fakfeløgunum at tosa fyri síni søk, um fólk sá skipið liggja við bryggju her heima, sum eitt annað spøkilsisskip. Nú skipið liggur í Noregi hevur eingin nakað "forhold" til tað. Tað er sum so ikki okkara fyrr enn tað er heima. Hetta veit knallharði Karsten og tí brúkar hann eisini hetta trumfkortið kalt og kyniskt. Hinvegin átti landsstýrið at tryggjað manningini á nýggja vaktarskipinum avtalu sum tað sømir seg.

Tað skal tí vera okkara áheitan á fakfeløgini: gevið monnum undantaksloyvi at sigla heim og setið tykkum so við borðið saman við landsstýrinum og greiðið málið. Tað er tykkara uppgáva og ábyrgd. Skattaborgarin og harvið Føroya land er gísli í málinum og gíslatakarar eru bæði fakfeløg og landsstýrið. Takið tykkum saman.


Sosialurin