Ein niðurstøðan var, at alivinnan og rækjuvinnan eru í djúpari kreppu, og at flakavinnan á landi hevur stórar trupulleikar at dragast við. Tað er óhugnaligt, at týðandi partar av vinnuni kunnu vera komnir so langt út í óføri, uttan at landsstýrið yvirhøvur hevur reagerað. Her hevur eitt heilt landsstýri ligið sjóvarfallið av sær, og hetta er mikið spell. Av sendingini gekk eitt nú fram, at vit hava ikki gagnnýtt búskaparliga hákonjunkturin á skilabesta hátt fyri vinnuna. Sum dømi vóru nevnd, at vinnutólini á sjógvi og landi eru gomul, slitin og mestsum ikki eru vorðin endurnýggjað. Ábyrgdin fyri hesum búskaparliga vansketni liggur lutvíst hjá vinnuni, men fyrst og fremst hjá landsstýrinum, ið ikki hevur havt vilja og evni til at leggja fíggjarligu og búskaparligu karmarnar soleiðis til rættis, at vinnutólini eru vorðin endurnýggjað.
Sendingin avdúkaði, at stórur tørvur er á einum greiðum, visionerum og virknum vinnupolitikki. Vinnan og veljararin hava krav uppá at fáa at vita, hvønn vinnufremjandi politikk flokkar fara at reka eftir valið. Í hesum høpi hava flokkarnir í fráfarandi samgonguni ein stóran trupulleika. Teir hava tvíhildið um ein politikk, ið hevur leitt okkum út í fíggjarligt og búskaparligt óføri innan tríggjar tær mest týðandi vinnugreinirnar.
Av andstøðuflokkunum hevur bert Javnaðarflokkurin kunngjørt sín politikk á økinum. Hetta er gjørt á ein yvirskipaðan hátt í valskránni, har sagt verður m.a., at strategi verður løgd, ið skal fevna um menning av nýggjum vinnum og marknaðum og sum heild um eina røð av stimbrandi tiltøkum eisini fyri hóttar vinnur av samfelagsligum týdningi uttan tó at fevna um rakstrarstudning til vinnuna. Málið er eitt nú, at føroyski búskapurin skal hava fleiri bein at standa á og dentur skal leggjast á at framleiða háprísvørur við útbúnari arbeiðsmegi.
Víðari mælir Javnaðarflokkurin til, at tey tímaløntu í fiskivinnuni á landi fáa útbúgving við fullari lønarsamsýning. Hetta er eins áhugavert sum tað er átrokandi. Karmarnir hjá vinnuni skulu sambært valskrá Javnaðarflokksins gerast støðugir, so vinnan fær raðfest og lagt sínar ætlanir. Ætlan verður løgd fyri, hvussu veiðan av Føroyagrunninum í mest møguligan mun kann virkast lønandi her á landi og lógargrundarlagið undir alivinnuni eigur at verða endurskoðað til tess at skapa vinnuni betri grundarlag m.a. við at víðka møguleikan fyri útlendskum íleggjarum. Brúksskylda, onnur samfelagslig áhugamál eins og umhvørvisfyrilit skulu tryggjast í aliloyvunum. Skattligu viðurskiftini í alingini skulu broytast, so tey í størri mun samsvara við viðurskiftini hjá okkara kappingarneytum. Ein fiskidagamarknaður, ið skal umsita og umseta fiskidagar og fiskiloyvi verður skipaður og greiðari tilmæli skulu gerast um áseting av fiskidøgum.
Fara vit aftur til støðuna hjá kreppuraktu vinnugreinunum, so er alt hetta, sum Javnaðarflokkurin mælir til júst nakað av tí, sum vinnan og tey, sum vara av vinnuni eftirlýsa. Javnaðarflokkurin eigur tí at arbeiða víðari eftir hesum leisti og melda út við meira ítøkiligum ætlanum fyri sínum skatta-, fíggjar-, vinnu- og búskaparpolitikki.
Sosialurin