Tað er uppá tíðina, at spurningar og mál, sum upptaka vanlig fólk aftur koma á dagsskránna. Í góð fimm ár hevur politiska dagskráin verið dominerað av fullveldismálinum eina. Hetta mál hevur verið ført fram á ein hátt, soleiðis at tað hevur blokerað fyri týðandi avgerðum eins og hetta mál hevur skapað split og spjaðing í tjóðini. Nú er tíð uppá at vaska talvuna og at byrja av nýggjum við aftur at seta vælferðina á breddan.
Valskrá Javnaðarflokksins er júst ein slík nýggj byrjan. Um fólk skal liva og trívast her í Føroyum, má politikkur aftur fara at snúgva seg um tey viðurskifti, sum tryggja okkum eitt gott samfelag. Um búskapur og vinnulív skulu kunna blóma má politiska skipanin skapa tryggar og mennandi karmar. Stórir partar av vinnuni hava livað í óvissu um framtíðarkarmarnar. Óneyðug óvissa hevur valdað um framtíðina hjá teimum stóru almennu fyritøkunum, sum eru berandi í vinnulívinum. Her má annað lag koma á og má ein greiður og miðvísur vinnu- og fíggjarpolitikkur koma í staðin fyri tað politiska atgerðarloysi og ta líkasælu, ið nú í fleiri ár hava valdað á økinum.
Í hesum høpi er boð Javnaðarflokksins sera áhugavert, har sagt verður, at ein strategi verður løgd, sum skal fevna um menning av nýggjum vinnum og nýggjum marknaðum og sum heild um eina røð av stimbrandi tiltøkum eisini fyri hóttar vinnur av samfelagsligum týdningi uttan tó at fevna um rakstrarstudning til vinnuna. Víðari verður sagt, at føroyski búskapurin skal hava fleiri bein at standa á og at karmarnir skulu gerast støðugir. Eisini eru boð uppá ein meira ítøkiligan og frameftirrættaðan fiskivinnupolitikk. Hetta er júst tað, sum vinnulívinum tørvar.
Tað er áhugavert, at Javnaðarflokkurin umframt ein sera framskygdan og ítøkiligan vinnupolitikk hevur raðfest ávís øki, sum eru vanligum fólki sera viðkomandi. Talan er um familjupolitikk, heilsupolitikk, barna- og ungdómspolitikk, almannapolitikk og útbúgving og gransking.. Í heilsuverkinum og á almannaøkinum valdar óvissa og trot er á heilt grundleggjandi tænastum. Boð Javnaðarfloksins eru, at bíðilistarnir skulu burtur, at matvøruprísirnir skulu lækkast, at bøtast skal um fólkaheilsuna og pensiónsmálið skal avgreiðast við einari trýstreingjaðari loysn, sum fevnir um fólkapensión, samhaldsfasta og einstaklingin sjálvan. Útspælið hjá Javnaðarflokkinum er áhugavert og sera viðkomandi. Við hesum útspæli er gerandisdagurin hjá øllum føroyingum aftur komin á politisku dagsskránna - tey politisku øki, sum ávirka lívið hjá tí einstaka menniskjanum eru raðfest høgt. Vit hava hægsta skattatrýst í Norðurlondum og Europa sum heild og gerandisdagurin er alt annað enn lættur. Tað er tí í tøkum tíma, at hesi øki verða politiskt raðfest og at fokus aftur politiskt verður sett á vælferðina hjá Føroyinginum.
Sosialurin