Løgið kortini, at menn, sum dáma so væl at vísa seg alment við Halgubók brúka slíkar snildir at klikkja niður á onnur. Eitt gott dømi um, hvussu Guds orð verður brúkt sum fótatraðk.
Øll vita, at sjálvgørdir Guds dómarar ikki hava undirtøku í fólkinum. Tí var tað ikki minni fløvandi at hoyra Arna Zachariasen og Jens Wang, báðir virknir í brøðrasamkomuni, tala at hesum í útvarpinum. Hóast ikki samdir um samkyndan livihátt, so nýta teir sína trúgv í røttum næstrakærleiksanda heldur enn døma onnur, taka pantent upp á Várharra og soleiðis styggja fólk frá kristnari trúgv.
Hinvegin eiga vit í miðlunum at taka í egnan barm: Hví skulu vit altíð biðja tey mest rabiatu siga sína hugsan, sum til dømis í hesum máli, tá ein samkyndur stjórnarleiðari kemur á vitjan? Vit vita øll, hvat teir meina um tað at vera samkyndur. Hví er tað so áhugavert at vita, hvat hesir menn meina? Álvaratos! Hvør biðjur slíkar menn um sítt vælsignilsi?
At fornokta slíkan livihátt man vera sum at fornokta veður og vind. Nøkur menniskju hava altíð livað soleiðis, og nøkur menniskju fara altíð at liva soleiðis. Intoleransa og sjálvsøkni hevur altíð eyðkent menniskjað, og sjálvgjørdir Guds dómarar hava verið mongum menniskjum at bana gjøgnum øldirnar.
Kristin hugsunarháttur er tað so ikki at døma fólk á hendan hátt. Jesus var júst eyðkendur fyri at eta saman við fólkum, sum av sjálvgjørdum Guds dómarum vóru søgd - ofta av seksuellum livihátti - at vera óverdug og skitin.
»Tann av tykkum, sum syndaleysur er, kasti fyrstur stein á hana!« segði Jesus við teir skriftlærdu og fariseararnar, tá teir komu við kvinnuni, sum hevði drivið hor. Hesum kundu okkara heimligu »skriftlærdu« lært okkurt av.
Tað er gerðin, sum telur so nógv. Tað eru ikki orðini. Tí skulu vit øll sum kalla okkum kristin læra okkum at sýna kristindómin og næstrakærleikan í gerðum heldur enn í orðum.
Tá hevði eingin tikið pantent upp á Várhárra, og so fækkaðust teir dómarar, sum styggja fólk frá kristindóminum.