Spurningurin er nú aftur aktuellur í og við, at Kina skal hýsa komandi olympisku leikunum. Kina hevur sum flestøllum kunnugt sera ringt orð á sær, tá vit hugsa um mannarættindi. Deyðarevsing er sera vanlig, og als einki bendir á, at Kina ætlar nakra broyting á hesum øki. Heldur tykist, sum gongdin er móti enn fleiri framdum deyðadómum og kúgan av fólkaræðiligum rørslum. Tá olympisku leikirnir vóru í Moskva á sinni boykottaði USA við forsetanum Jimmy Carter á odda leikirnar orsakað av sovjetisku innrásini í Afghanistan. Her vóru politikkur, ítrótt og moralur samantvinnað og tað við lít.
Amnesty International hevur longu víst á, at fólkaræðini hava eina moralska skyldu at nýta komandi olympislu leikirnar í Beijing til at tvinga Kina at bøta um mannarættindini í hesum stóra landi. Stjórnirnar fyri vestan eru sera trekar at gera nakað við hetta mál. Í ríkisfelagsskapinum er hetta mál eisini komið á dagsskrá í og við, at røddir hava verið frammi um, at danski krúnprinsurin ikki eigur at taka sæti í altjóða olympisku nevndini, so leingi sum hendan nevnd góðtekur tey vánaligu korini, sum mannarættindi hava í Kina. Hann er ikki sinnaður at víkja sæti. Tað er stórt spell, at demokratisku londini ikki vilja nýta hetta einastandandi høvið at trýsta Kina í mannarættindaspurninginum. Orsøkin er, at Kina er vorðin eitt búskapaligt stórveldi, sum eingin torir at fornerma og taparin í hesum spæli eru tær demokratisku kreftirnar í diktaturstatinum Kina og harvið eisini demokratiið í øllum heiminum.
Sosialurin