ODDAGREIN: Tunnil fyri ein hvønn prís

Mangt er løgið við okkum menn­iskj­um. So sum tá vit seta okkum eitt­hvørt í høvdið, so vilja vit mang­an røkka á mál, kosta hvat tað kosta vil.

Eitt dømi um tað er ætlaði tunn­il­in mill­um Havnina og Skálafjørðin. Her tóku nakrir privatpersónar seg sam­an og gjørdu eina verkætlan. Alt sá so bjart út, framskrivingar vístu, at tað var ein sera góð for­rætn­ing, at eitt privat partafelag framdi hesa verkætlan. Kauphting Banki og seinni Eik runnu á leistum og Før­oya Lívstrygging var eisini fús at fíggja.
Ætl­anin fekk politiskt kjølfesti – so gott, at politiska skipanin vildi taka yvir verk­ætlanina og fremja hana sum eina alemnna í­løgu, eins og allar aðrar íløgur í und­ir­støð­u­kerv­ið í Føroyum.
Men ringu fíggjarvánirnar hava ført hesa ætlan aftur í privata parta­­fel­ag­ið, og nú eru tað ávísir pol­i­tik­ar­ar, sum renna á leistum fyri at fáa sam­tykt ætlanina sum skjótast, so far­ast kann í gongd.
Tú freistast at hugsa tankan, um onkur roynir at bóndafanga løg­ting­ið og føroyingar við at trýsta hesa ovurhondsstóru verkætlan í gongd – kosta hvat tað kosta vil.
Í viðmerking í blaðnum í dag vís­ir Mortan Winther Poulsen, verk­frøð­ing­ur, á grein, sum Frank Han­sen, siv­il­verkfrøðingur, skrivaði her í blað­num fyri tveimum árum síð­ani.
Frank Hansen vísti í greinin á, at um hugt varð meira yvirskipað at Streymoynni, Eysturoynni, Norð­oyggj­um og Vágum, so er møgu­ligt at gera eina væl bí­lig­ari og meira ork­u­av­mark­andi høv­uðs­far­leið mill­um Eyst­ur­oynna og Streym­oynna, og eisini Norðuroyggjar og Vág­ar.
Men í hesum máli tykir, sum áv­ísir persónar hava læst seg fastar í und­ir­sjóv­ar­tunn­i­ls­ætl­an­ina. Hon skal bara fremj­ast – og far­ast skal helst í gongd áðrenn onkur finnur eitt skil­a­betri hugskot. Målet hel­li­g­er midlet, sum danir sigar.
Men viðmerkingarnar hjá Frank Han­sen vóru áhugaverdar, eitt nú tá hann sigur:
Um vit tosa um at avmarka ork­u­­útlátið er neyðugt at fáa eitt slættari, styttri og beinari høv­uðs­vega­s­trekki við færri forð­ing­um. Ein undirsjóvartunnil eig­ur tí at verða undantakið, ikki sjálv­fylgj­an tá eitt vegastrekki skal út­byggj­ast. Í sambandi við ætlaða Skála­fjarð­ar­tunn­ilin fyriliggur bert ein ein­støk loysn, har tað tó eru fleiri aðr­ar alternativar loysnir. Einki skjal­a­til­­far fyri­liggur, um hví so er. Tí eigur Løg­t­ingið at umhugsa at raðfesta øðr­vísi, minka um váðan og gera eina høvuðsfarleið okkum øllum før­oy­ingum til góðar!
Áhugaverd sjónarmið, sum sjálv­andi áttu at verið viðgjørd, áðrenn støð­an verður tikin.