Oddagrein· UG!

Tónleikafestivalarnir eru nú komnir fyri at vera verðandi. Triði og størsti tónleikafestivalurin, G! festivalurin, er nú av, og hann gjørdist sum væntað ein dundrandi succés  beint til UG! Frammanundan hava vit havt Jóansøkufestival á Tvøroyri og MJÚS festivalin á Sandi, sum eisini vóru framúr væleydnaðir.

Eftir er Summarfestivalurin í Klaksvík, sum eftir øllum at døma  skulu vit ganga eftir stóru nøvnunum og søluni higartil - ikki fer at standa aftanfyri G festivalin. Umframt hesar festivalar hava vit havt fleiri onnur rútmisk tónleikatiltøk eins og vit hava havt tann væleydnaða klassiska festivalin Summarónar, síðnai Fólkatónleikarastevnuna og so eitt flott tiltak í Rituvík. Síðan koma ólavsøkukonsertin og Listastevnan við sera fjølbroyttum og dygdargóðum tónleikatilboðum til at kalla hvønns mans tykki.

Her hendir ómetaliga nógv á tónlistaøkinum í Føroyum - tað veri seg innan klassiskan eins væl og rútmiskan tónleik. Áhugin tey seinastu árini fyri tónleiki av øllum handa slagi er vaksin støðugt, og tilboðini gerast alt meira fjøltáttað og spennandi. Hetta er ein sera góð og jalig gongd, og vit eiga at vera fyrireikarunum sera takksom fyri hesi einastandandi tónleikatilboðini, sum tey megna at bjóða føroysku áhoyrarafjøldini. Tað liggur eitt ómetaliga stórt og tungt fyrireikingararbeiði aftan fyri hvørt einstakt tiltak. Nógv tað mesta av hesum arbeiði verður avrikað av sjálvbodnari og óløntari arbeiðsmegi. Alt verður avviklað professionell og effektivt á ein hátt, ið einki stendur aftan fyri tey mest professionellu tiltøk í útheiminum. Hetta tænir fyrireikarunum til æru.

Tað hevur stóran týding, at serstakliga tey ungu hava trygg, dygdargóð og vælskipað tónleikatiltøk at fara til. Hetta hevur stóran týdning fyri trivnaðin hjá ungum sum eldri, og tað er tí at vóna, at festivalarnir halda fram og støðugt mennast. Tónleikur, hann veri seg klassiskur so væl sum rútmiskur bindir fólk saman og skapar ein góðan felagskap, eitt felags mál. Tónleikarar og vælskipað tónleikatiltøk hava mennandi og upplívandi ávirkan á áhoyrarafjøld og á tónleikarar sjálvar. Tónleikaøkið er í støðugum vøkstri og í menning. Tað eru nógvar orsøkir til hesa gongd t.d. musikkskúlin, altjóðagerðingin og sjálvur tíðarandin. Tað ræður um at stimbra hesa menning og at geva tónleikalívinum góðar karmar. Hetta er primert ein uppgáva hjá landsmyndugleikum og kommunalum myndugleikum, men eisini skúlin og foreldur hava eina stóra ábyrgd her. Vit ynskja Summarfestivali og hinum komandi tónleikatiltøkunum, sum vit enn hava tilgóðar, góða eydnu. Nú hava vit so hoyrt og sæð og upplivað G! festivalin. Við hesum verður festivalfakkulin skjótt borin longur norður og yvir um Lorvíksfjørð. Góða eydnu til enn ein festival. Man kundi sagt tað stutt og greitt: KG avloysir G!.

Sosialurin