– Formaðurin í Sambandsflokkinum eigur at gera tað, sum er best fyri flokkin, og hatta er ikki besta loysn in fyri flokkin.
Soleiðis sigur Lisbeth L. Petersen, sum er fyrrverandi forkvinna í Sambandsflokkinum. Hon heldur lítið um, at Kaj Leo Johannesen hevur Jørgen Niclasen sitandi sum landsstýrismann eftir alt rokið í tollmálinum.
Tað sama sigur Bárður Nielsen, løgtingsmaður. Helgi Abrahamsen vísti týsdagin á, at løgmaður ger beint ímóti tí, sum ein samdur ting bólkur hevur mælt honum til.
Tískil er líkt til, at ein uppgerð er á veg innanhýsis í Sambandsflokki num. Slíkar uppgerðir eru ikki óvan ligar í Sambandsflokkinum seinnu árini – eftir at Pauli Ellefsen legði frá sær um floksformaður í 1990.
Edmund Joensen hevði sítt stríð, tá hann sat sum løgmaður frá 1994 til 1998. Hann møtti so nógvari mótstøðu, tá hann skuldi skipa sam gonguna í 1994, at Lisbeth Petersen, sum tá var borgarstjóri í Havn, fekk í boði at gerast løgmaður. Men hon tók ikki av.
Í síni løgmanstíð hevði Edmund Joensen nógv mótstøðu innanfloks – eisini í sínum egna lokalfelag í Eysturoy. Tað var vandi fyri, at hann ikki varð afturvaldur á valinum í
1998, men tað gekk. Í 2001 var stríðsval í Sambandsflokkinum, tá nøkur valfeløg stillaðu Lisbeth Petersen upp í móti sitandi formanni, Edmund Joensen. Tað stríðið tapti Edmund.
Lisbet Petersen førdi tí valstríð ið hjá flokkinum í 2002 tá flokkurin gekk næstan átta prosentstig fram. Flokkurin fekk 26 prosent á átta tingfólk.
Men á valinum í 2004 gekk galið. Hóast Sambandsflokkurin tóktist at standa seg væl, so misti flokkurin 2,3 prosentstig og ein tingsess. Or søkin varð søgd vera duldi skatt alættin, sum flokkurin fór til val uppá. Dagin eftir valósigurin í 2004 legði Lisbeth Petersen frá sær sum forkvinna, og Kaj Leo Holm Johannesen varð valdur til formann á næsta landsfundi.
Nú tykist aftur órógv at vera. Kaj Leo Johannesen hevur kanska ikki varnast trupulleikan, men tingfólk floksins halda nú, at sjálvt Kaj Leo sær trupulleikan.
Tí er ein uppgerð væntandi, og Kaj Leo hevur sett seg í eina tví støðu. Annar møguleikin er, at hann koyrir Jørgen Niclasen frá – og harvið útloysir eitt nýval. Hin er, at hann verður frákoyrdur sum formaður.
Hetta skrivar Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum, í blaðnum, sum er at finna í handlunum um vikuskiftið.