Fíggjarmálaráðharrin kom at ?fortala? seg í samrøðu við ÚF herfyri, at tað í veruleikanum ikki eru ráð til nakra lønarhækking í heila tikið. Hetta var helst sagt við fullveldinum í bakhøvdinum. Tað, sum heldur átti at ligið teimum ráðandi fremst í huga, skuldi verið at virka fyri at endurreisa vælferðarsamfelagið soleiðis, at Føroyar ikki bert eru eitt land fyri tey vælbjargaðu ella tey vælútbúgvnu.
Seinastu árini hevur arbeiðsmarknaðurin fyri tey mongu við góðum og høgum teoretiskum útbúgvingum verið sera góður. Alt gott um tað! Men samstundis tykist tað, sum tey ráðandi hava gloymt tey lágløntu og pensionistarnar. Hetta er spell. Pensionistarnir hava bygt hetta land, og hava annað og betri uppiborið! Tey tímaløntu halda hjólunum á landi malandi. Kortini eru tey mongu í framleiðsluvinnuni løst føst í eini varandi láglønarstøðu uttan allar teir starvsligu fyrimunir og sosialu ágóðar, sum tey vællærdu í almennari ella privatari vinnu hava.
Tað tykist enntá, sum samgonguflokkarnir ynskja, at soleiðis skal støðan vera í alla framtíð, tí illneitanin inn á fakfeløgini heldur fram. Í bløðunum kallar ein av tingmonnum Tjóðveldisflokksins tað fyri at ?snobba niðureftir?, at tingmenn úr Javnaðarflokkinum hava sýnt samhuga við fakfeløgnum í teirra stríð fyri betri korum. Í heila tikið hevur skrivingin í seinastuni endaliga prógvað, at Tjóðveldisflokkurin hevur sleppt verkafólkinum upp á fjall. Hetta er hugstoytandi og boðar ikki frá góðum, um vit hugsa um útlitini fyri føroyska vælferðarsamfelagnum.
Í staðin fyri at fara undir at endurreisa vælferðarsamfelagið, verður bert stútt og støðugt talað um skattalættar, sum um ein skattalætti er ein heildarloysn uppá allar trupulleikar. Men spurningurin er, um ikki ein skattalætti skapar nýggjar trupulleikar. Við skattalætta minka almennu inntøkurnar. Hvussu skulu økt vælferð, pensionir og eitt sosialt rættvíst trygdarnet so fíggjast í framtíðini? Hvussu hongur hetta saman við at blokkurin skal burtur? Hvussu ætlar samgongan at loysa pensiónspurningin hjá verkafólkinum í primeru vinnuni við skattalætta og minkandi blokki? Hvussu hongur hetta saman? Og kann hetta yvirhøvur hanga saman uttan so, at samgongan ætlar at avvikla vælferðarsamfelagið. Vit skuldseta avgjørt ongan, men tað hevði hóskað væl til tann nýliberalistiska marknaðarbúskap, sum samgongan er í ferð við at seta í verk í Føroyum. Livst so spyrst!
Sosialurin