Oddagrein:Varsemi

Tað er eingin loyna, at føroyingar altíð hava verið skjótir tó at tað eisini eyðkennir okkum, at vit geva okkum góða tíð - verður tað ikki í dag, so verður tað kanska í morgin. Tá vit hava borið eygað við nýggjar vinnumøguleikar hava vit ikki sovið í tímanum


Nú frálandavinnan bankar á dyrnar eru vit eisini fús at fara til verka og tað beinanvegin, um tað skal vera. Hóast spakin tó ikki meira enn er settur í hoyra og síggja vit javnan fólk siga, at oljan rennur helst longu um 3-4 ár. Tað verður so eisini ?brúkt? politiskt. Og bjartskygd oljufólk gera sær líknandi niðurstøður til teirra brúk.

Vit eiga at ansa eftir ikki at selja skinnið fyrr enn bjørnin er skotin. Bæði politikarar og vinnulívsfólk eiga at vera varin við slíkum úttalilsum, tí hesi eru ikki røtt og byggja á gitingar. Tað hevur alla tíðina verið stevnumiðið hjá teimum, sum hava lagt oljutilgongdina til rættis, at vit eiga ikki at leypa framav. Vit eiga at brúka ta tíð hetta tekur. Vit eiga ikki at fyrigykla nøkrum, at hetta tekur stytri tíð enn tað í veruleikanum ger. Tað er óheppið bæði fyri vinnulívið og fyri politisku tilgongdina, um vinnufólk, politikarar og onnur royna at koma við útmeldingum, sum ikki byggja á henda veruleika.

Vit hava sæð, at ávísir politikarar hava roynt at leggja meira í oljuvónirnar enn gott er ? fyri at vinna sær politiskar fyrimunir. Tað má tí vera uppgávan hjá øðrum, ið hava kunnleika til eina oljutilgongd at sláa kalt vatn í blóðið og royna at sissa tey, sum síggja fyri sær gull og grønar skógir í kjalarvørrinum á einum oljufundi um bert heilt fá ár.

Førleikamenning av vinnulívi og íløgur í nýggju vinnuna eru kærkomin, men hesi mugu eisini byggja á eina náttúrliga og realistiska gongd. At tosa um føroyskt oljukuwait og føroyskar oljumiljóningar, um at partabrøv í ávísum oljufeløgum skjótt verða gullverd, um at vit skjótt kunnu sleppa blokkinum - tí oljan skjótt rennur - er at villeiða fólkið. Tí vit vita tað rætt og slætt ikki. Boringarnar á Atlantsmótinum seinastu árini eru ikki ov bjartar. Og eitt fyribils fund við týðandi nøgdum av kolvetni á okkara øki er ikki nokk til at byggja hvørki vinnuligar íløgur á ella til at gera politiskar dreymar til veruleika.

Vit sóu, hvussu gekst á Falklandsoyggjunum, tá oljuspor vórðu funnin og róð varð framundir, at nú fór hvør íbúgvi at gerast miljóningur. Í dag er har framvegis eingin olja og miljóningar av teirri orsøk. Føroyingar eiga tí at hava bæði beinini á jørðini, hóast vit fegnir síggja, at ein oljuvinna kann gerast eitt komandi búskaparligt bein at standa á. Tað er tí av stórum týdningi, at politikarar, vinnulívsfólk oo. ikki yvirmeta eina støðu til tess at fáa ein politiskan ella búskaparligan løtuvinning burtur úr.

Latið okkum halda fram við leitingini og latið okkum halda lív í einum orðaskifti her á landi, sum skal beina okkum inn á ta røttu slóðina øllum til frama. Latið okkum hvørki skapa ræðumyndir ella dylja tær. Tí vandi er í hvørjari vælferð, um vit vilja tað ella ikki. Tingini eru sjáldan bara svørt ella hvít. Tí ræður um at síggja og brúka fyrimunirnar og minka um vandarnar.

Sosialurin