ODDAGREIN: Veik leiðsla og hóttur flokkur

Tað var ein løgin leikur, sum fór fram mik­u­dag­in, tá Fólk­a­flokk­ur­in tók fyrsta stigið at leggja tvey að­al­ráð sam­an. Men tað skilst á øll­um brøgd­um, at hetta ikki var ein avgerð, sum er væl um­hugs­að - hvørki í Fólk­a­flok­k­i­num ella í sam­gong­uni sum heild.

Løgmaður fekk ikki boðini fyri enn kvøld­ið fyri, og Jóannes Eid­es­gaard fekk boð­ini »næst­an ein heil­an tíma áðr­enn tíð­ind­a­fund­in hjá Fólk­a­flokk­i­num«.

At tíð­ind­a­red­ak­ti­ón­ir­nar í Før­oy­um sita við boð­­­u­­num frá Fólk­a­flokk­i­num áðr­­enn sam­starvs­flokk­ar­nir hjá Jørg­en Nicl­a­sen og løg­manni hava á­n­­ilsi av nøkrum, tað ber boð um vant­andi leiðsl­u­evni hjá evsta leiðara í Ting­a­nesi, og tað vísir eisini eina djúpt frus­tr­er­aða sam­gongu, har flokkar royna at finna upp á okkurt stunt til tess at tekkj­ast veljarafjøldini.

Løgmaður roynir at kyrra við at siga, at hetta stigið hjá Fólk­a­flokk­­i­num ­ikki er øðrvísi, enn tá til døm­is Javn­að­ar­flokk­ur­in skifti lands­stýr­is­mann. Men her letst løg­mað­ur at vera naivari, enn hann er. Sjálv­andi er tað eitt sam­gong­u­mál, at ein lands­stýr­is­mað­ur h­já einum sam­gong­u­flokki skal um­sita tvey aðalráð. Og hvar er log­ikk­ur­in, hví skal løg­mað­ur gjalda Jørg­en Nicl­asen 63.000 krón­ur í løn um mán­að­in, tá hann slett ikki hev­ur brúk fyri honum? Um Jac­ob Vest­er­gaard kann gera arbeiðið eins væl í úrtíð, so kundi løgmaður spart 2,2 milliónir krónur í løn, sum Jørg­en Niclasen hevur kostað síðani sep­tem­ber í 2007.

Í hesum máli hevur tann annars sam­bært veljar­a­kann­ing­unum so væl um­tókti løg­mað­urin víst seg sum ein veik­an leiðara. Hevði løgmaður itið Atli Dam ella Anfinn Kallsberg, so hevði slíkt ikki hent. Eingin hevði torað at víst so lítla respekt fyri teimum, sum teir vísa Kaj Leo Johannesen. Tað er tí, at alt ber til, og einki fær avleiðingar. Hendan hand­far­ing­in vísir eina veika leiðslu og eina sam­gongu, sum hvørki hevur gong­u­lag ella áralag.

Motivið hjá Fólkaflokkinum er sjálv­andi okkurt heilt annað. Søgur ganga um, at Poul Michelsen er við at stovna ein borg­ar­lig­an full­veld­is­flokk, hvørs grund­­stuðl­ar eru fólk, sum hava vent Fólka­flokk­i­num bak­ið, tí hann er ov sam­bandsk­ur, og tjóð­veld­­is­­fólk, sum vilja á borg­ar­liga bógvin. Og tað er ein reel hóttan hjá Fólk­a­flokkinum, og tí hevur flokk­urin brúk fyri ein­um sterk­um leið­ara. Men at koyra for­mann­in úr lands­stýr­i­num í tingið fyri at bjarga hes­um, tað hongur slett ikki saman.

Í veruleikanum er Fólkaflokkurin org­a­n­i­s­a­tor­iskt í svárum trupulleikum – trup­ul­l­eik­um, sum eru nógv verri enn hjá nøkr­um øðrum flokki. Umframt flýggj­an av grund­stuð­lu­n­um, so hava tveir høv­uðs­persónar eitt rætt­ar­mál hangandi yvir sær, og aðal­stjór­a­mál­ið hjá Jørgen Niclasen liggur hjá um­boðs­konuni. Kemur hon eisini har við eini ó­be­hag­i­lig­ari nið­ur­støðu, so hev­ur floks­for­mað­urin tað frægari á tingi enn í landsstýri.