Oddagrein: Veljarin er býttur – politikarin er snildur

Fólkaflokkurin hevur nú endaliga slept skatta­lætt­a­num upp á 4%, sum hann lovaði havnarborgarum

So andbráður boðaði býráðslimurin hjá Fólka­flokk­inum frá, at um Fólka­flokk­ur­in fekk borg­ar­stjór­a­sess­in í Havn, so skuldi annað skil koma á. So skuldi skil fá­ast á fíggj­ar­stýr­ing­ini í býn­um eft­ir van­stýr­ing­ina hjá Heð­ini Mort­en­sen – og so skuldi skatt­a­pros­ent­ið lækka upp til 4 pro­s­ent.
Vallyftið Fólkafloksins til býráðsvalið í Havn stóð klokkuklárt og blomstraði á ymsu port­al­u­num, sum enntá tóku peng­ar fyri bera slíkan boðskap út til all­ar føroyingar – og á Facebook.
Men nú fíggjarætlanin hjá høv­uðs­stað­num var greidd til samtykar var einki uppskot frá Fólkaflokkinum um skatt­a­lætta.
Politikarar eru herligir og lova so mangt – bara teir fáa valdið. Fólkið er býtt og fólkið gloymir. Tað vita royndir pol­it­ik­arar. Tí ber til at siga eitt og gera ann­að. Soleiðis sum Fólkaflokkurin gjørdi við hesum setninginum hjá Boga Andre­asen:
»Tá av trornar skal ein neyvari fíggj­ar­stýr­ing hava við sær skattalætta – møg­u­liga eini 2-4 prosent – sum munar væl í penga­punginum hjá tí einstaka«.
Altso vel Fólkaflokkin og fá 4 prosent í skatta­lætta! Og tað passar, at ein skatta­lætti upp á 4 prosent merkist. Fyri ein a­r­beiðs­mann ella ar­beiðskvinnu merk­ir tað ein lítl­an tús­und­­krónu­seð­il um mán­að­in í skatta­lætta. Tað eru einar 11.000 krón­ur um árið ella 44.000 krónur eitt val­skeið. Fyri ríku læknarnar og stjór­ar­anar, sum vit høvdu í blaðnum mán­a­dagin, merkir tað upp í 12.000 kr um mánaðin. Ella 144.000 kr um árið.
Men Fólkaflokkurin í Havn vil slett ikki geva borg­arum í Havn skattalætta. Tað gjørdu tey greitt, so skjótt Heðin Mort­ensen fekk knívin í ryggin og nýggj sam­gonga varð skipað.
Tað pínir eisini Fólkaflokkin í Havn – sum skilligt er, at Jørg­en Niclasen turkar skatta­lættar frá lands­stýrinum upp á bú­skapin hjá býráðnum í Havn.
Viðhvørt ivast vit í, um tað er veljarin ella pol­it­ik­arin, sum er býttur. Pol­i­tik­ar­in er snild­ur, veljarin er býttur. Tað prógv­ar hann hvørja ferð hann hoppar upp á tollut vallyfti.