Oddagrein· Verið vælkomnir skotar

Í hesum døgum verður sannur skotskur dámur yvir Havnina. Skotsk vika er og fólk umboðandi ymsar tættir av skotska samfelagnum, her fyrst og fremst Aberdeen, fara at vera partur av býarmyndini komandi dagarnar. Tað veri so umboð fyri handil og vinnulív, fyri mentan og útbúgving og mong onnur við.

At aberdeenbúgvar leggja stóran dent á tiltakið verður eisini staðfest við tí sannroynd, at sjálvur borgarstjórin, Lord Provost, er við á ferðini. Hetta er fyrsta vitjan hansara í Føroyum nakrantíð. Sjálvur er hann gamal í garði í lokalpolitikki har og var m.a. býráðslimur, tá Smyril á sinni sigldi til Aberedeen. Nú hevur hann so tikið við ovastu leiðsluni í stórbýnum og er eitt av hansara málum komandi at menna samvinnuna millum vinabýirnar báðar, Havnina og Aberdeen. Tað veri seg á øllum hugsandi økjum, frá vanligum samhandli til mentanarligt samstarv innan list, tónleik, handverk oa.

Tað, sum í dag fyrst og fremst knýtir plássini saman, er fasta rutan hjá Atlantsflog. Hetta er ein týðandi fortreyt fyri at menna samvinnuna og samstarvið millum Fø.royar og Aberdeen. Tí mugu vit bara vóna, at føroyska flogfelagið heldur fram við at røkja hesa rutu.

Tað eru so helst mong, sum eisini sóu, at sjóvegis samband var millum plássini. Men tað er so nakað, sum vit enn bara kunnu hava í okkara ynskiverð, tí soleiðis sum siglingin hjá eitt nú Norrønu er, vendist neyvan aftur til gomlu rutuna hjá Smyrli á sinni.

Vit mugu so kortini royna at troyta allar hugsandi møguleikar fyri at knýta tættari bond. Hetta er ikki minst týdningarmikið komandi árini, tá vit helst fara at síggja økt virksemi á oljuøkinum. Við sínum nærum 30 ára royndum hava skotar og ikki minst aberdeenbúgvar nógv gott at geva okkum.

Skotsku dagarnir verða ein stóran part av vikuni. Vit vilja við hesum bjóða okkara grannum og frændum úr Aberedeen hjartaliga vælkomnum.

Sosialurin