Oddaliðið misti eitt fet

Skála stríddist fyri sigrinum við tíggju monnum helmingin av dystinum, men máttu at enda geva seg fyri GÍ


 

Skála GÍ 1-1 (1-0)

2. deild


At tilveran er torfør hjá einum uppflytara, er so ikki nakað, sum tey á Skála tykjast vera serliga samd í. Liðið hevur nú seks umfør á baki í næstbestu deildini, og enn hevur eingin megnað at knógvað teimum.


Stríddust við 10

Mánadagin noyddust skálamenn tó at geva stig frá sær, men tað var tó um reppið, at teir sótu eftir við øllum. Eisini hóast teir størra helmingin av dystinum leiktu við tíggju monnum móti 11.

Seint í fyrra hálvleiki noyddist rumenski venjarin og málverjin nevnliga at fara av vøllinum, eftir at hann uttan fyri brotsteigin hevði nýtt hendurnar at steðga einum GÍ álopi.

Beint undan hesum hevði Pauli Hansen lagt heimaliðið framum, tá hann átti seinasta fótin á, eftir at Skála hevði spælt seg upp í høgru síðu.


GÍ trýsti

Tí man tað neyvan koma óvart á, at tað vóru gøtumenn sum trýstu, tað sum eftir var av dystinum. Við einum manni fleiri eydnaðist teimum eisini flyta spælið væl oman á hálvuna hjá mótstøðumonnunum, men hóast onkrar vandamiklar støður íkomu, so gjørdist sjáldan talan um veruligar málmøguleikar.

Ikki fyrr enn bert fáar minuttir fyri leiklok eydnaðiast gøtumonnum at javna, og tá málið kom, vóru skálamenn alt annað enn nøgdir um leiklutin hjá dómarunum. Ein gøtumaður lá eftir í brotsteiginum, tá bólturin varð spældur niðan á vøllin, men dómarin metti hann ikki hava ávirkan á spælið, tá bólturin varð sendir innfyri aftur skálamálið. Nú var maðurin tó komin upp, men ístaðin fyri at skjóta, leyp hann upp um bóltin, og snýtti har við fullkomuliga málverjan hjá Skála.

Skálamenn vóru í øðini, men til onga nyttu. Dómurin stóð við, og við hesum fekk GÍ enn eitt stig í kappingini. At byja við tóktist hendan bert at snúgva seg um niðurflytingarvandan, men sum úrtøkan hevur verið seinnu tíðina, fer helst ikki at ganga long tíð, fyrr enn gøtumenn fara at líta longu niðan á talvuna.

Tað kunnu Skálamenn neyvan, men nú skulu teir vara sær fyri kappingarneytunum. Teir eru ikki longur einsamallir á fremsta sessinum, so framyvir mugu tað verða sigrar, heldur enn javnleikir, sum teir leggja seg eftir, um oddastøðan ikki skal missast.


Skála-GÍ 1-1 (1-0)

1-0: Pauli Hansen

1-1: Meinhard Joensen