Mjørkin lá tættur í allari Havnini sunnudagin, og tí var tað til tíðir trupult hjá áskoðarafjøldini til dystin millum HB og EB/Streym í Gundadali at fylgja við í, hvat fór fram í dystinum. Tað, sum tey tó sóu, var ein ógvuliga taman dyst, har tað bert í einstøkum løtum bar til at síggja líkinda fótbóltsspæl.
Eingin pøsti seg
Fyrstu løtuna sá út til, at bæði liðini fór at leggja nógv fyri at fáa okkurt gott burtur úr dystinum. Bæði liðini vóru ágrýtin og royndu at leggja trýst á mótstøðuliðið, men tað gekk tó ikki rúm tíð, so vendi myndin fullkomiliga. Óivað hevur tað verið ein partur av taktikkinum hjá EB/Streymi at fáa sett leikferðina so langt niður sum møguligt, og ikki kann sigast annað, enn at hetta eydnaðist teimum til fulnar fyri steðgin, tí leikferðin var í botni.
Teir fyrstu 45 minuttirnir vóru snøgt sagt vánaligir, og málmøguleikarnir vóru at kalla eingir. Spælið gekk fyri tað mesta fyri seg á miðvøllinum, og lága leikferðin gjørdi, at tað gekk sera striltið at fáa opna verjurnar.
Serliga heimaliðið hevði ilt við at fáa glið á álopsspælið hjá sær, og tað var undrunarvert, so einstáttað álopsspælið hjá HB var fyri steðgin. Nærum hvørja einastu ferð, at heimaliðið fór í álop, var bygt upp gjøgnum høgru síðu og Jákup á Borg, meðan Heðin á Lakjuni í hinum borðinum næstan ikki varð nýttur. Tískil var eisini lætt hjá gestunum úr Sundalagnum at verja fyri, og teir báðir miðverjarnir hjá EB/Streymi, Andrej Pacek og Gert Hansen, tóku sær snøgt sagt av øllum, ið kom nær námind av málinum hjá Gunnari á Steig.
Í hinum endanum royndi EB/Streymur at koma fram til onkrar møguleikar, men eisini hjá teimum gekk ógvuliga striltið, hóast eftiransingarnar hjá heimaliðnum ikki vóru serliga neyvar í fyrra hálvleiki. Tó høvdu sundalagsmenn ein góðan málmøguleika stutt fyri steðgin, tá ið eitt innlegg kom inn í brotsteigin hjá HB, har Sorin Anghel fekk bæði tíð og pláss til at royna seg við einum skallara, men royndin hjá honum fór beint á Bárð Johannesen í HB-málinum.
Stutt frammanundan royndini hjá Anghel hevði HB verið nær við, tá ið Rógvi Jacobsen kom ímillum eina afturlegging frá Pacek til Gunnar á Steig, men Jákup á Borg, ið fekk bóltin frá Rógva, drálaði ov leingi við skotroyndini, og tí komu gestirnir upp á pláss og fingu vart fyri.
Vandamikið álopspar
Í seinna hálvleiki kom heimaliðið meiri fyri seg, og tað gekk heldur ikki long tíð, so fingu teir sett hol á. Heðin á Lakjuni sendi ein høgan bólt inn í brotsteigin hjá EB/Streymi, har Rógvi Jacobsen gjørdist akkurát ov stuttur, men nakað aftan fyri Rógva kom Heine Fernandez rennandi, og leikandi venjarin var avgjørdur og sendi flatt framvið Gunnari í málinum. Málið tóktist verða júst tað, ið skuldi til hjá heimaliðnum fyri at seta seg á dystin, tí HB hevði tamarhald á dystinum frá hesi løtu.
Átta minuttir eftir leiðslumálið økti HB um leiðsluna. Vagnur M. Mortensen sendi ein langan bólt inn um verjuna hjá gestunum, har Rógvi Jacobsen, ið sá út til at verða rangstaddur, stóð púra einsamallur, og landsliðsleikarin skoraði trygt til 2-0. Harvið var dysturin avgjørdur, og hóast EB/Streymur royndi sítt ítasta, so hevði HB-verjan við veteraninum Jan Dam á odda allatíðina tamarhald á støðuni.
Ístaðin vóru tað vertirnir, ið enn einaferð fingu bóltin í málið. Hetta hendi, tá ið fimm minuttir vóru eftir at leika. Eitt fríspark var sent innfyri úr høgru síðu, og, freistast man næstan at siga, sum vant var Rógvi Jacobsen hægstur og skallaði í málið til 3-0. Hetta var eitt typiskt "Rógvi-mál", sum høvuðssterki klaksvíkingurin hevur gjørt eina rúgvu av í hesum kappingarárinum.
Við 3-0 sigrinum á EB/Streymi heldur HB fast um leiðsluna hjá sær, og í havnarfelagnum fegnast teir um, at tað eydnaðist teimum at sleppa undan gulum kortum í dystinum sunnudagin, tí ikki færri enn fimm leikarar standa til at fáa leikbann, næstu ferð teir síggja ostaflísuna. Komandi sunnudag hevur HB ein sera truplan útidyst í Vági, har føroyameistararnir mangan hava verið við sviðið soð.
Sundalagsmenn ikki fyri ongum
EB/Streymur hevur eitt gott lið, men tað tykist sum um, at tað til tíðir stendur á við at fáa lagt seinastu avleveringina, so at veruligir málmøguleikar spyrjast burturúr. Tá ið teir í fyrra hálvleiki í dystinum sunnudagin fingu frið at spæla fótbólt, sást týðuligani, at sundalagsmenn hava fleiri heilt góðar bóltspælarar, sum kunna nakað við einum bólti.
Herfyri stóð her í blaðnum, at EB/Streymur einans hevði vant tríggjar ferðir eftir summarsteðgin undan dystinum móti B36 seinasta týsdag, men ein og hvør, sum hevur sæð felagsliðið seinastu tvey umførini, dugir at síggja, at so er ikki. Ein misskiljing hevði ført til hesa villu, men tey, sum standa EB/Streymi nær, vita, at leikararnir á besta liðnum ikki hava ligið á løtu síðuni seinastu vikurnar.
Komandi vikuskifti fær EB/Streymur vitjan av KÍ norðuri á Mølini, og tað er eitt skert KÍ-lið, sum kemur norð, tí bæði Atli Danielsen og Ove Nysted eru leikbannaðir til dystin, og harafturat er landsliðsmálverjin, Jákup Mikkelsen, skaddur og verður neyvan klárur til dystin á Eiði.