Føroyska U19-landsliðið var skert til dystin ímóti Svøríki í dag. - Vit missa tríggjar spælarar, sum hava byrjað inni hinar báðar dystirnar. Og vit eru noyddir at flyta runt uppá sjey pláss, og tað skapar órógv, sigur Oddbjørn Joensen U19 landsliðsvenjari við Trónd Arge.
- Men vit spæla ímóti einum liði, sum er væl betri enn vit, staðfestir Oddbjørn Joensen.
Oddbjørn Joensen heldur eisini, at teir endaðu í tí sterkara bólkinum, har Danmark og Svøríki hava verið tey bestu liðini í kappingini higartil.
Leygardagin klokkan 11 skal føroyska U19 landsliðið spæla ímóti finska U17 landsliðnum úti í Vika á Argjum í dystinum um 5. plássið í NM-kappingini.