ODDDAGREIN: Kostiligt - annar tekur og annar gevur

Tað skal ásannast, at landsstýrismaðurin í mentamálum er snarur í vendingini. Hann var ikki meiri enn komin í sessin, so flutti hann ein skúla úr Havn suður á Tvøroyri.

 

Hetta hendi so knappliga - vist í eini røðu á tingi - at øll gjørdust púra paff. Bæði samgongufelagar og andsstøðulimir. Ja, andstøðan visti ikki, um hon skuldi mótmæla, sum andstøður eru vanar, ella koma við einum herðaklappi.

Soleiðis hevur hann tikið okkum á bóli einaferð afturat. Nú ger hann knappliga altjóða arbeiðaradagin - 1. mai - til frídag í skúlum okkara, samstundis sum hann tekur av frídagin sjálvan grundlógardag! Púra beint hin gamli, mundu óivað mong á vinstraveingi, fakfelagsfólk, og onnur hugsa, tá tíðindini komu úr hátalarunum á middegi mánadagin - dagin fyri kommunuvalið. Endiliga aftur ein at finna í Tjóðveldisflokkinum, sum hugsar sum teir gomlu - slóðararnir - í hesum flokki.

Men stokkut var gleðin. Sama kvøld letur løgmaður frætta - gjøgnum somu hátalarar - at hetta ber slettis ikki til. So væl spælir klaverið heldur ikki. Landsstýrismaðurin hevur hvørki spurt løgmann ella restina av landsstýrinum eftir, tá hann strikaði grundlógardagin og setti 1. mai sum frídag ístaðin. Løgmaður vil slettis ikki hava hetta sitandi á sær. Hann átalar framferðina, og slær fast í tíðindaskrivi, at hann tekur ikki undir við broytingini.

Sjálvandi tekur løgmaður - sum borgarligur politikkari - ikki undir við, at 1. mai verður frídagur. Harnæst sigur tað seg sjálvt, at løgmaður kann ikki góðtaka, at ein landsstýrismaður bara fremur slíkar avgerðir uttan at boða løgmanni frá fyrst. Hetta er sjálvandi eitt mál, sum landsstýrið má taka støðu til. Uttan at vita, hvat stendur um mannagongdir í samband við politiskar landsstýrisfundir, so sigur tað seg sjálvt, at landsstýrismenn kunnu ikki bara handla og virka, sum teimum lystir.

Annars var hetta ikki sørt kostiligt - og gevur okkum eina góða mynd av einum løgið samansettum Tjóðveldisflokki. Tað eru bara nakrir fáir dagar síðani, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum segði kortanei til, at dagrøktararnir fingu frí 1. mai eins og øll onnur tímalønt. Hesi boðini hava ikki meiri enn komin, so boðar ein annar landsstýrismaður fyri sama flokk frá, at 1. mai skal verða frídagurin hjá skúlunum. Hetta er lítið annað enn lagnunar speisemi: Sonur gamla fiskimannafelagsmannin úr Søldarfirði noktar fólki frí 1. mai, samstundis sum reiðarasonurin á Glyvrum gevur næmingum og lærarum frí arbeiðaradagin. Mangt broytist á mansins ævi!

Hóast vit enn eru undir danskari grundlóg, so sigur grundlógardagurin okkum neyvan tað stóra. Hví hann skal vera hálvur ella heilur frídagur, munnu eisini mong seta spurnartekin við. Áður plagdur fólk at skera torv grundlógardag, men tað verður ikki gjørt meiri. -Munnu ikki tey, sum annars hella til arbeiðararørsluna - fakliga og politiskt - óivað halda, at skilabetri er halda frí 1. mai, sum jú er altjóða arbeiðara- og solidaritetsdagurin? So, í so máta er landsstýrismaðurin ikki langt av leið. Men máti skal vera við. Ella var henda fráboðanin bara seinasti leikur í kommunuvalinum?

Sosialurin