Oddfríður Gregersen 80 ár

Í dag fríggjadagin 1. februar verður ein kendur gøtumaður, Oddfríður Gregersen úr Syðrugøtu, 80 ár.

Oddfríður er sonur Sáru og Jóan Paula Gregersen. Tey bæði áttu børnini tvíburarnar Ásu og Per f. 1923, Leivur f. 1926, Oddfríður f. 1928 og Gunnleyg f. 1931. Ása og Per eru deyð. Leivur býr í Danmark og Gunnleyg í Syðrugøtu.

Jóan Pauli var úr Syðrugøtu, sonur Petru f. Husgaard og Óla Gregersen, sum vóru megnarfólk. Tey fingu 11 børn, og teirra nógvu eftirkomarar hava merkt nógv fyri Gøtu og Føroyar sum heild. Hetta kundi verið ein áhugaverd søga, sum tó ikki pláss er fyri her.

Sára var dóttir Onnu Malenu f. Isaksen, vanliga nevnd Lena og Líggjas Simonsen úr Jørundstovu í Norðragøtu. Lena doyði, tá ið børnini vóru smá. Tey vóru trý systkin. Umframt Sáru var tað Sigrid og Jens, sum bæði endaðu í Havn. Sigrid giftist við Des Arge og (Bomm)Jens við Magnhild í Horni.

Genturnar máttu taka húsið uppá seg. Men tað, at mamman var deyð forðaði ikki fyri, at Leon, systkinabarn tey trý systkini, kom at vaksa upp har.



Skapti søgu í Gøtu longu sum nýføðingur


Oddfríður kom longu sum nýføðingur at skapa søgu í Gøtu. Hann var nevniliga fyrsta barn í Gøtu, sum varð doypt eftir føroyskum rituali. Jóan Pauli var tjóðskaparsinnaður og hevði søkt próstin Jákup Dahl um loyvi til tess. Hetta skuldi játtast av hægri myndugleikum, og tað varð tað eisini. Prósturin kom sjálvur norður at doypa Oddfríð. Enn hevur Oddfríður eina gummu eftir á lívi, og er tað 95 ára gamla Petra Samuelsen í Horni í Havn, sum er systkinabarn hansara.

Í sama vatni varð Elsa Jacobsen, fyrrverandi trúboðari í Etiopia, doypt. Hon var ikki umfatað av umsóknini hjá Jóan Paula. Men pápi Elsu, Eliesar í Tjørnustovu, spurdi Dahl, um hetta kortini kundi bera til. Próstur svaraði, at formelt hevði hann ikki loyvi til tess, men hann tók kjansin kortini, og tað gjørdist eingin trupulleiki av tí heldur.

Oddfríður hevur havt ta vanligu yrkisleiðina hjá bygdardreingjum tá í tíðini. Hann fór til skips, var síðan við skúlaskipi, tók stýrimansprógv í Havn í 1952 og skipsføraraprógv í Keypmannahavn í 1953.

Eitt skifti sigldi hann við donskum skipum. Minnist at hann førdi Coraliu, sum var sandbátur hjá Jóan Paula. Hon var kend fyri minniligu hendingina á Kappanum við Blithsome í 1935.

Í 1964 tók Oddfríður við sum stjóri á Fiskavirkinum í Gøtu, eftir at Jóan Pauli var deyður.


Søgan hjá Oddfríð knýtt at vinnulívinum í Gøtu



Søgan hjá Oddfríð og hansara ætt er neyvt knýtt at søguni hjá vinnulívinum í Gøtu. Í síni tíð var tað pápin Jóan Pauli, sum gekk á odda.

Hetta byrjaði við Fiskavirkinum seinast í 20-unum, har Jóan Pauli skjótt gjørdist stjóri. Hetta var nútímans turkihús og eitt sera stórt arbeiðspláss í bygdini.

Nýhugsan var eisini nógv av. Fiskavirkið gjørdist eitt tað fyrsta flakavirki í landinum í 50-unum, og var hetta enn eitt frambrot. Fyrsti arbeiðsformaður var annars Haldgrim Gregersen, sum beint hevur fylt 75 ár.

Jóan Pauli doyði lutfalsliga ungur, 66 ára gamal. Tá tók Oddfríður við, og hann helt áftram við sama ágrýtni. Oddfríður hevur eins og pápin gingið á odda á mongum økjum.

Jóan Pauli byrjaði við sildini, men virking av sild á landi gjørdist ein stórur partur av vinnuni í Gøtu í 60-unum, eftir at Oddfríður hevði tikið við.

Byrjað varð á keiuni í Norðragøtu við Hellu Meinhard (Jensen) sum arbeiðsformanni, og har fekk eg sjálvur manga daglønina. Tað sá so gott út við sildini, at hetta førdi til byggingina av sildavirkinum Harenga fyrst í 70-unum. Hetta var fyrsta virki av hesum slag í Føroyum. Tað gekk gott til sildin hvarv seinni í 70-unum.

Hetta var ein baksláttur og virkið stóð stilt eina tíð. Ikki fullu teir tó í fátt. Teir byrjaðu so smátt við flakavinnu, og í dag er Gøtu Fiskavirki eitt tað best rikna flakavirkið í landinum.

Seinni er so laksur komin afturat, sum eisini hevur givið nógv virksemi. Her er so mikið væl fyristaðið, at teir vóru annað av teimumm tveimum virkjunum, sum sluppu undan laksakreppuni fyri nøkrum árum uttan at fara á húsagang. Nú gongur tað aftur væl.


Sleptu sær av við skipini


Í nógv ár høvdu teir eisini skip. Var sjálvur í 1966 við Ingrid Pau, sum var eitt av teimum fyrstu kraftblokkaskipunum. Men munur er á stødd. Ingrid Pau tók 120 tons, meðan dagsins skip á hesi veiðu taka meira enn 3.000 tons! Onnur skip hava verið: Saturn, sum var kraftblokkaskip og tvey Sporið, tað seinna av teimum fiskaði ídnaðarfisk.

Seinni komu teir eftir, at teir skuldu halda seg til fiskavirking á landi og einki annað. Hetta hevur nakað við hugskotið aftanfyri uppboðssøluna at gera.

Oddfríður var ein av teimum fyrstu, sum tóku stig at fáa uppboðssølu av fiski. Grundarlagið fyri tí var eisini, at flakavirkini á eini uppboðssølu skuldu kunna keypa júst tann fisk, sum teir hava brúk fyri til at fáa ta mest lønsomu framleiðsluna.

Hetta tykist at bera væl til hjá teimum í Gøtu, meðan onnur virki útvega sær skip við fiskiloyvum fyri formúur fyri at fáa rávøru.

Oddfríður er ektaður liberalur. Hetta hava hann og hansara víst við uppboðssøluni, sum annars er ein sólskinssøga í føroyskum vinnulívi.

Hetta vísti hann eisini, tá ið hann breyt fiskasølumonopolið. Tað verður enn tikið til, hvussu skakaðir teir á fiskasøluni vóru, tá ið Oddfríður heilt óvæntað vann eitt sakarmál í hesum sambandi.


Góð viðurskifti við bygdafólkið


Oddfríður og teir hava dugað væl at arbeiða saman við bygdarfólkinum. Tá á hevur staðið, hevur arbeiðsfólkið gjøgnum arbeiðarafelagið eisini dugna teimum. Afturfyri hevur bygdafólkið fingið eitt arbeiðspláss við góðum arbeiðsumstøðum og støðugum arbeiði. Betri kann tað ikki vera.Tað eru annars ikki bert gøtufólk, sum arbeiða á virkinum. Her eru fólk úr grannabygdum og úr nógvum londum.


Var við til at gera ALS


Oddfríður hevur verið nógv frammi í almennum lívi. Hann var bygdaráðformaður í Gøtu 1971-1985, og eigur hann tí eisini í so máta sín part av teirri menning, sum hevur verið í Gøtu. Tað kann verða nevnt, at tey hava verið fýra ættarlið í kommunustýrinum í Gøtu: Jóan Pauli, Oddfríður, Páll og Poula. Øll hava verið formenn, Poula tó ”bert” næstformaður í sitandi bygdaráð. Men hon er tó enn bert 25 ár!

Í 1984 tók Oddfríður við sum formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag eftir tann legendariska Thorstein Vilhelm, sum hevði sitið í hesum sessi síðan 1968. Hetta ár gjørdist Oddfríður eisini næstformaður í felagnum. Oddfríður var formaður fram til 1993.

Hetta er eitt tíðarskeið sum fólk minnast væl, tí tíðina aftaná vóru nøkur drúgv verkføll. Oddfríður hevði avgjørdar meiningar, og tær kundi hann saktans halda fast uppá.

Einaferð varð eitt drúgt verkfall, og tað var upp á tal at herða tað. Men tá mælti Oddfríður til, at tey bæði Ingeborg skuldu fara í einrúm at tosa um viðurskiftini. Tá loysnaði! Onkra glósu mundu tey fáa aftaná um, hvat tey gjørdu einsamøll.

Men fyrst í 90-unum, tá kreppan var av tí ringasta, varð Oddfríður ein av teimum, sum varð settur at gera uppskot um eina arbeiðsloysistrygging. Her varð gjørt eitt dygdararbeiði, sum eisini endaði við semju tvørtur um borðið. Hinir limirnir vóru Ingeborg Winther og Petur Alberg Lamhauge.

Oddfríður var eisini í stýrinum í fleiri ár, og tað er eingin ivi um, at uttan ALS hevði ofta staðið verri til hjá vinnu og arbeiðarum enn tað gjørdi undir kreppuni.


Góðan heimafront


Oddfríður kann gott vera nakað fortur og ótolin. Men her hevur hann verið so heppin at fáa eina sera tolna og fitta konu, Hjørdis, og hava tey uppbygt eitt gott heim.

Hjørdis er dóttir Petru og S. P. Petersen, Piddi, kallaður, sum rak reiðaravirkið við sama navni í Fuglafirði.

Petra var úr Kollafirði. Pápin æt Bernhard Magnussen, sum kom av Strondum. Hann átti tríggjar beiggar, ið gingu burtur í 1889. Tveir bátar av Strondum gingu burtur tann dagin eystan fyri Æðuvík.


Her skal verða nevnt, at ein systur mín sum blaðung genta var í húsinum hjá teimum fyri 40 árum síðani. Hon tekur framvegis til, hvussu gott hon hevði tað, og hvussu góða tey vóru við hana. Systirin fær eisini framvegis besta skoðsmál frá teimum.

Tað eru nøkur ár síðan Oddfríður formelt legði frá sær sum stjóri. Men hann er so nevndarformaður, so hann hevur ikki heilt slept endanum.

Men Oddfríður hevur dugað væl at seta við. Nú eru tað synirnar Atli f. 1956, Páll f. 1959 og Regin f. 1963, sum reka fyritøkuna, og teir hava ikki staðið aftanfyri pápan. Fyritøkan hevur ment seg og hevur eisini spreitt seg heilt vestur í Vágar. Grundarlagið er gott, sum er lagt av teimum gomlu.

Sum sagt havi eg nærum altíð kent Oddfríð. Vit hava ikki beinleiðis verið (mót)partar, men vit hava samskift nógv, ikki minst tá leiðin er komin framvið Gøtu. Oddfríður hevur greiðar meiningar um samfelagsviðurskifti, og hesar hava ofta verið gagnligar at brúkt í arbeiðinum.

Tað er næstan óneyðugt at siga, at Oddfríður hevur meira ella minni virkin fólkafloksmaður alla sína tíð. Men har torir hann eisini at vera ósamdur.

Sum við øðrum gøtufólki er hann íðin í fótbólti. Her hevur hann eisini sett við. Páll er júst blivin formaður í samanlagda GÍ og LÍF.

Ynskt verður Oddfríð hjartaliga tillukku við teimum 80 árunum. Send verður eisini ein heilsan til Hjørdis, sum man eiga sín fittliga part í, at tað hevur gingið so væl, sum tað hevur gjørt.

Tey verða burturstødd føðingardagin.


ó.