Javnaðarflokkurin er farin undir eitt vitaminvalstríð í 2004. Gevið tónleikinum C-vitaminir. Gevið teimum eldru C-vitaminir. Gevið skrásettum parlagi C-vitaminir. Tað ljóðar, at øll, sum velja lista C fáa C-vitaminir í eitt heilt valskeið.
Hetta er sjálvandi snilt funnið uppá - hetta við C-vitaminunum og lista C. Men tað eru jú aðrar vitaminir til. A, B, D, E og K vitaminir eru eisini. Miðflokkkurin hevur styttingina listi H, og mær vitandi eitur ongin vitamin H-vitamin, so tann einasta rætta styttingin, Miðflokkurin kann fáa, er úr skeiðbundnu skipanini. Har er H stytting fyri Hydrogen ella vatnsevni, og har vera teir flótandi.
Vitaminir verða býttar sundur í tvey sløg. Fyrrverandi landstýri var samansett av A, E, D og so H. A, E og D vitaminir eru vitaminir, sum upploysa feitt, meðan andstøðan, sum er B og C vitminurnar eru vatnupploysandi. Tað vil siga, at ógjørligt er at taka ov nógvar, tí tú mígur tær út aftur beinanvegin.
Hvat standa so allar hesar vitaminurnar fyri? A-vitaminurnar eru góðar fyri eyguni. Um fólkafloksmenn ikki hava nóg nógvar A-vitaminur, kann fyrsta symptomið vera, at teir síggja illa í myrkri, og finna ikki fram. Um teir vilja hjálpa uppá trot, er gott at eta seyðakjøt av Viðareiði. Um teir skulu eta grønmeti, verður mælt til, at teir bara eta gularøtur, mais ella spinat, tað er hitt, sum Skipper Skræk plagar at fáa sær, tá ið hann fær hasar ovurstóru vøddarnar framman fyri albogan.
Ein og hvør, (sambandsmaður ella ikki) sum hevur smakkað sær á meir enn neyðugt er, veit at B-vitaminur eru góðar. Tær hjálpa eisini um tú ikki hevur gróðurbæran hár- ella naglavøkstur. B-vitaminir eru eisini góðar, tá ið DNA skal byggjast upp hjá smáum sambandsmonnum í móðurlívi. Manglar sambandsmonnum eitt ávíst slag av B-vitaminum, kann eisini leyst lív koma fyri.
C-vitaminir eru millum annað góðar fyri beinagrindina og húðina. Trot kann elva til skyrbjóg, sum kann vísa seg sum gróðurtálman hjá smærri javnaðarmonnum. Askorbinsýra, sum er í C-vitaminum og fyribyrgir skyrbjóg, hevur bert vitaminkarakter hjá menniskjum, ávísar apum og heldur fjarskotnum djórasløgum, so sum marsvísnið.
D-vitaminir kenna fólk flest, sum hava børn. Tey skulu hava fimm dropar hvønn dag. Um tey ikki fáa D-vitaminir hvønn dag, kunnu tey fáa eingilsku sjúku, sum er bleyta og skinkluta beinagrind. Tað er gott hjá sjálvstýrismonnum at fáa nógv sólarljós á seg, serliga hesa myrku tíðina, tí hetta hjálpir upp á mongdina av d-vitaminum.
E- vitaminir virka móti, at ilt kemur í tær ómettaðu feittsýrurnar og fáa feittstoffini í fasta legu. Trot kann vera við til at tjóðveldismaðurin fær vøddasvinn. Annars vóru góð gomul føroysk húsráð, at nógvar E-vitaminur vóru í eggum, og um tjóðveldismaðurin vil økja um gessin, skal hann eta nógv egg. Ikki sambandsegg av Velbastað, men ordilig egg frá Jóhan í Kollafirði.
Nú vit eru við Jóhan í Kollafirði, so er vanligt at geva nýføðingum eina sproytu við K-vitaminum, tá ið teir akkurát hava sæð ljósið.
Allar vitaminir leggjast á goymslu í livrini. Tað er ymiskt hvussu leingi vitaminirnar eru verandi í kroppinum. Summar eru bert í livrini í einar tríggjar mánaðir. Arðar upp til hálvt annað ár.
Nú skal eisini sigast, at tørvurin á vitaminum er alt eftir hvussu nógv ein politikari vigar, hvussu nógva orku hann brúkar og hvussu hansara likamliga virksemi er. Vitamintrot kann koma fyri hjá politikarum, sum ikki eta fjølbroyttan kost, um tað so er kaffi, wienerbreyð ella ein gibbernakkara av og á.
Gevið fólkafloksmonnum A-vitaminir, so at teir finna út úr aftur myrkrinum.
Gevið sambandsmonnum B-vitaminir, so at teir ikki verða skallutir.
Gevið sjálvstýrismonnum D-vitaminir, so at teir ikki eru so bleikir og skinklutir.
Gevið tjóveldismonnum E-vitaminir, so at teir lova eitt sindur meir.
Gevið miðflokkarmonnum Hydrogen
Gevið teimum stuttligu nýføðingunum K-vitaminir.
Gott val og atkvøði; Multitabs.