Føroyska fjarskiftisvinnan ásannar, at okkara digitala samband við útheimin ikki er nóg gott, og at tað privata ikki megnar at tryggja tað samband við útheimin, sum skal til, fyri at føroyingar fáa sama internetsamband, sum fólk í Hillerød ella á Frederiksberg, og tí skulu almennir pengar til, um hetta skal gerast veruleiki.
Um føroyskir politikarar halda fram við nýpuritanska hugburðinum, har tað almenna einki má gera, sum hevur við vinnuligan rakstur at gera, so mugu føroyingar bara sláa seg til tols við, at fólkagrundarlagið er ov lítið til at rættvísgera eitt internetsamband sum tey hava í Roskilde. Hetta er nakað tann sama støðan, sum eitt ynski um ordiligt vegasamband hjá einari lítlari bygd, har tað ikki loysir seg at gera ein tunnil, tí at fólkagrundarlagið verður mett at verða ov lítið.
Trýr man hinvegin uppá, at almennir pengar í infrakervi, har tað privata ikki røkkur, er ein sjálvfylgja fyri at tryggja livilíkindi í Føroyum, so dugir ein at síggja tað skilagóða í, at tað almenna tryggjar eina ordiliga bandvídd til útheimin. Eitt slíkt tiltak vil vera tað sama sum at gera ein digitalan landsveg til útheimin. Hetta hevði verið eitt skilagott tiltak fyri føroyska samfelagið sum heild, hóast tað rakstrarøkonomiskt ikki er nóg áhugavert hjá tí privata at tryggja.
Vónandi fær hetta eyguni upp hjá føroyingum fyri, at vit í heimssamfelagnum og í Europa eru tað sama, sum t.d. Dalur er í føroyska samfelagnum. Ein útjaðari, har tær neyðugu infrakervisíløgurnar av mongum verða sæddar sum alt ov stórar í mun til fólkatalið, hóast fólkini, ið har búgva, bert ynskja sær eitt veganet á sama støði sum í miðstaðarøkinum og eitt gott samband við miðstaðarøkið. Júst sum tá føroyingar ynskja sær ein digitalan veg, sum skal vera líka góður sum hjá teimum í Roskilde, og sum skal hava eitt gott fast samband inn á europeiska meginøkið.
Vónandi sær miðstaðarføroyingurin tað dupultmoralska í at forlanga, at tað almenna skal betala fasta digitala sambandið til Europa, sum vegna lágt fólkagrundarlag ikki loysir seg rakstrarliga, tá somu miðstaðarføroyingar halda, at fólkagrundarlagið á Sandoynni er ov lítið til ein undirsjóvartunnil, tí hann ikki ber seg rakstrarliga.
Sosialurin