Í kvøld klokkan 18.30 verður seinasti dysturin leiktur í 17. umfarinum í Meistaradeildini hjá monnum. Á ovara vølli í Gundadali tekur HB móti NSÍ.
HB er nummar fimm í deildini við 24 stigum. NSÍ er næstfremst við 34 stigum.
NSÍ kom fyrst aftur til Føroya leygardagin aftaná drúgva og minniliga ferð til Slovenia.
Tá liðini hittust við Løkin í Runavík 8. mai vann NSÍ 2-1 á HB.
Oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum upp á dystin í kvøld eru púra jøvn.
Oddsini upp á heimasigur til HB liggja millum 2,35 og 2,56.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,10 og 3,60.
Oddsini upp á útisigur til NSÍ liggja millum 2,30 og 2,50.
HER eru oddsini:
##med2##












