Oddurin gerst alt meiri klárur

KÍ venjarin var tann fyrsti, sum misti høvdið, og spurningurin er nú, um hann verður tann seinasti, tí tað hilnast illa hjá fleiri øðrum, sum høvdu ætlað sær at verið við, har tað er stuttligt at kappast

6. UMFAR

Í so góðum fótbóltslíkindum, sum tað ikki hava verið higartil, varð 6. umfarið avgreitt. Skal verða funnist at nøkrum, so skal tað vera mátin, sum feløgini kunna ella rættari ikki kunna um dystirnar. Fuglfirðingar plaga at spæla heimadystirnar klokkan 15. Í útvarpinum sunnudagin klokkan 14 varð nevnt, at dysturin í Fuglafirði skuldi vera klokkan 14.30, og tað varð eisini nevnt, at dysturin í Gøtu fór at vera klokkan 16. Har plaga dystirnir eisini at vera klokkan 15.
Fótbóltsfeløgini sjálvi gera púrt einki fyri at arbeiðsumstøðurnar hjá pressuni skulu vera góðar. Áður er víst á, at meðan t. d. hondbóltsfeløgini standa á høvdinum fyri at senda dómaraseðlarnar til bløðini, so rætta feløgini ikki hondina frá síðu hesum viðvíkjandi. Luturin hjá pressuni er at renna aftaná feløgunum og nýta stuttu og harvið týdningarmiklu tíðina til óneyðugu uppgávuna.
At tað ikki bara var pressan, sum einki visti um flytingarnar sunnundagin, er støðan hjá landsliðsvenjaranum dømi um. Hann møtti í Gøtu, og har noyddist hann at bíða. Hevði hann havt vitað, at dystur var í Fuglafirði klokkan 14.30, so hevði hann havt møguleika at fingið tveir dystir fyri, nú hann var í Eysturoy, men soleiðis arbeiða fótbóltsfeløgini ikki. Og tað er ikki at skilja, tá ið tað annars verður lagt upp til, at altjóða samstarvið skal bera bæði hetta og hitt við sær.

Skuggar yvir øðrum
Stóru tíðindini í fótbóltinum vóru í gjár, at KÍ venjarin hevur fingið sekkin. Hann var tann fyrsti, sum reyk í hesum árinum, og tað kann væl roknast við, at tað eru aðrir, sum kenna tað brenna undir sær.
KÍ tapti sunnudagin fyri triðja ferð á rað. Turbolensur hevði undan vikuskiftinum við sær, at venjarin kendi seg noyddan at seta landsliðsspælara av. Tá ið KÍ legði seg framum 2-0, og tað var nýggi álopsmaðurin, sum hevði skorað bæði málini, bendi alt á, at venjarin hevði funnið røttu loysnina. Men tá ið tað so vendi, og KÍ enn eina ferð legði rygg til tap á útivølli, var tað venjarin, sum sat eftir við svarta peri. Soleiðis eru treytirnar í fótbólti og hjá venjarunum.
Støðutalvan sigur, at lagið ikki er nakað serligt í tveimum øðrum feløgum. Annað teirra er EB/Streymur, sum hevur roknað seg at hava betri fólk í ár, enn teir nakrantíð áður hava havt. Teir eru næstniðastir, og sunnudagin løgdu teir rygg til stórtap í Gundadali móti meistarunum.
Hitt liðið, sum hevur havt ógvuliga soltna úrtøku, er GÍ, sum var á odda móti Skála, men sum kortini tapti.
Tað eru pólverjarnir Piotr Krakowski og Krzystof Popczynski, sum eru ábyrgdarmenn í ávikavíst EB/Streymi og GÍ.

Toppurin
B36 vann sannførandi í torføra útidystinum í Vági. Harvið styrktu teir um sína støðu. HB vísti ótryggleika fyrstu løtuna móti EB/Streymi, men so vunnu teir sannførandi. Alt bendir á, at havnarfeløgini eisini í ár fara at vera við til at mynda toppstríðið. Akkurát nú er tað merkisvert, tí hvørki felagið hevur verið so ógvuliga sannførandi higartil.
Skálamenn og fuglfirðingar hanga í, og næstu vikurnar fara at vísa, hvussu tað fer at hilnast hjá teimum í kappingini við havnarfeløgini. Sunnudagin fer Skála at fáa vitjan av HB, og mikukvøldið skal ÍF spæla landskappingardyst í Gundadali móti HB. Longu hósdagin fer fyrsta ábendingin um styrkismunin millum HB og ÍF at fáast, tí tá hittast tey í Gundadali í fjórðingsfinaluni í steypakappingini.
Mikukvøldið í næstu viku fer Skála at fáa vitjan av B36, sum sunnudagin fær vitjan av GÍ. At oddaliðini næstu vikuna hittast fleiri ferðir innanhýsis kann bera við sær, at onkur av hinum fara at stinga seg fram. NSÍ sigurin í Klaksvik lyftir teir í Runavík ivaleyst langt fram. Spurningurin er so, m teir sunnudagin fara at standa seg betri á heimavølli móti VB, enn teir gjørdu, tá ið TB vitjaði.

Botnurin
Gøtumenn eru aftastir, men avrikið móti Skála bendi ikki á botnlið, sum hevur mist mótið. EB/Streymur, TB, VB og KÍ eru tey, sum liggja tyngst í sjónum í løtuni. Sunnudagin skulu klaksvíkingar á Sevmýri, og tá fer nógv at standa á hjá báðum pørtum. Hjá KÍ verður talan um lagnudystir tvær tær næstu ferðirnar, tí annað mikukvøld skulu teir norður á Mølina.
Annað mikukvøld skal VB norður á Tvøroyri. Har vitjaðu teir í fyrsta umfarinum í 2002. Tá vann TB, og tað var einasta ferðin, at TB vann í tí kappingarárinum. VB hevur higartil verið tvær ferðir á útivølli, og teir hava báðu ferðirnar fingið úrtøku. Eitt stig í Klaksvík og fulla úrtøku á Skála.