Oddurin helt tørn

Skála, NSÍ og HB hildu øll torn í oddinum, og nú tykjast sumbingar av álvara at hava fingið ferð á

 

2. deild


Áttanda umfar í aðru deild var á skránni um vikuskiftið, og ein avleiðing av hesum var, at stigatalvan toygnaði nakað, eftir at alt at kalla varð kroyst saman undanfarna vikuskifti.


Tann umvenda verð

Við sigrinum á ÍF syrgdu Skála fyri, at teir framhaldandi eru á odda í deildini. Skálamenn løgdu seg tíðliga á odda í dystinum, og hóast fuglfirðingar í seinna hálvleiki minkaðu um munin, so eydnaðist kortini oddaliðnum at halda fast um leiðsluna.

Dysturin varð sostatt ein ímynd av stigatalvuni, tí undan kappingini vóru neyvan nógv ? kanska skálafólk ? sum roknaðu við, at Skála skuldi fara at standa seg somikið væl í kappingini. Hinvegin var lítið at ivast í, at ÍF fór at teljast millum fremstu uppflytaraevnini. Enn kunnu fuglfirðingar røkka hesum, men við 10 stigum eftir átta dystir skulu teir skjótt seta ferð á, um hetta skal eydnast.

Ein annar av favorittunum, Sumba, tykist um síður at hava fingið ferð á. Byrjanin hjá teimum var einki serlig, men seinastu dystirnar hevur gingist betri, og eru teir nú bert tvey stig eftir oddaliðið av Skála.

Annars er eisini merkisvert, at fleiri av liðunum, sum liggja frammi í oddinum eru tey næstbestu í sínum felag. Sostatt eru bæði LÍF og TB í vanda fyri at missa sessin í deildini, tí næst bestu liðni hjá fleiri av 1. deildarfeløgunum eru við at draga frá teimum.

Úrslitini um vikuskiftið vóruðu annars hesi:

Skála-ÍF 2-1 (2-0)

1-0: Bogi Gregersen

2-0: Alexandur Johansen

2-1: Jan Jørgensen


NSÍ-GÍ 2-1 (0-0)

1-0: Oddríður Gaardbo

1-1: Páll Rói Poulsen

2-1: Sverri Justinussen


HB-B36 1-0 (0-0)

1-0: Ingi Rasmussen


LÍF-TB 2-2 (2-2)

1-0: Jonhard Høgnesen

2-0: Magnus Skoralíð

2-1: Dan Mortensen

2-2: Zoran Mancic


Sumba-KÍ 5-0 (3-0)

1-0: Eirkur Joensen

2-0: Marlon Kjærbo

3-0: Eirikur Joensen

4-0: Eirikur Joensen

5-0: Spasoje Biberdzic