Odmar Færø, sum fyrra partin av vikuni hevur verið í superligu felagnum AC Horsens og royndarvant, er nú aftur í B36, har hann saman við liðfeløgunum fyrireikar seg til grannauppgerðina ímóti HB sunnudagin.
Í hesi atløgu verður talan ikki um sáttmála millum føroyska spælaran og Horsens. Venjarin, Kent Nielsen, sigur við heimasíðuna hjá Horsens, at føroyski spælarin vísti seg at vera sera dámligan og at leggja nógv fyri í venjingunum:
- Tá ið havt verður í huga, at hann bara er 18 ára gamal, so vísti hann seg at vera kropsliga væl fyri, og hann var ógvuliga róligur við bóltinum. Nú fara vit at umhugsa, um vit skulu biðja hann koma at royndarvenja eina ferð afturat, sigur Kent Nielsen.
Odmar Færø var við í fýra venjingum, og mánakvøldið var hann inni í 20 minuttir, tá ið eykaliðið hjá Horsens spældi ímóti FC Midtjylland. Henda dystin vann Horsens 3-1.